HB skal hava styrk til hetta kappingarárið, og nú tykist tað ógvuliga sannlíkt, at tveir føroyskir U21-landsliðsspælarar, sum eru uppvaksinir í Danmark, fara at spæla við HB í 2024.
21-ára gamli Elias Rusborg fekk í fjør nýggjan sáttmála við Hvidovre. Miðverjin hevur vant við besta liðnum hjá Superligu-felagnum í eina tíð og hevur annars spælt á eyka- og ungdómsliðum í felagnum. Elias er skrásettur fyri 8 U21-landsdystir og spældi allar í 2023 frá byrjan.
Síðstu tíðina hevur Elias Rusborg vant við HB og er eisini byrjaður inni í teimum báðum venjingardystunum hjá HB higartil. Sum skilst eru góð sannlíkindi fyri, at ein leigusáttmáli verður gjørdur millum HB og Hvidovre.
Elias Rusborg í verjustøðu móti Andorra í U21-landsdysti (Mynd: Sverri Egholm)
Rasmus Nilsson hevur eisini spælt fyri ungdómslið hjá Hvidovre. Síðsta summar skifti málverjin til Frem, men Portalurin skilir, at hann nú fer at royna seg í føroyskum fótbólti á fyrsta sinni.
21-ára gamli málverjin hevur verið partur av føroyska U21-landsliðnum seinastu árini men hevur higartil bert sitið á bonkinum. Bjarti Vitalis Mørk hevur skift til grannarnar B36 í vetur, so HB tørvar ein málverja afturat Teiti Matras Gestsson. Nógv bendir á, at tað verður ungi Rasmus Nilsson, sum er skrásettur fyri ein dyst í donsku steypakappingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald