Søguliga góður fyrsti triðingur hjá KÍ og ójavnt hjá HB. Hetta var greitt, eftir at tað kundi gerast upp eftir níggju umfør. Hagtølini hjá KÍ vóru hesi: 23 stig, 24 mál skoraði og bert fimm mál farin inn. Hetta er ikki ólíkt gongdini hjá HB í fjør, tá liðið hjá Heimiri Guðjónssyni vann FM í stórum stíli. B36 og Víkingur gjørdu við útisigrum fríggjakvøldið greitt, at tey ikki smæðast burtur í oddastríðnum, og NSÍ vann í dag heili 8-1 á EB/Streymi, har Klæmint Andrasson Olsen skoraði fimm mál.
Les eisini: Meistaraspæ í Gundadali - skrædl á Eiði
KÍ var uttan Simen Sandmæl, ið fekk reytt kort á Skála mánakvøldið. Norðmaðurin hevur verið ein av mest eyðsýndu leikarunum í deildini fyrsta triðingin, og hann skoraði móti júst HB í fyrru hálvfinaluni í Gundadali 8. mai. Hetta skuldi vísa seg at verða dýrt, hóast avloysarin Steinbjørn Olsen var við í málinum hjá KÍ og annars gjørdi tað væl á miðvøllin. Har manglaði tó dynamikkurin og álopskendi dygdirnar hjá norska leikaranum; Kí royndi seg í dag við einari 5-3-2 líknandi leikskipan frá byrjan. Hjá HB sat Brynjar Hlöðversson á bonkinum allan dystin orsakað av snuddi; Bartal Wardum kom inn seinastu løtuna.
Liðini hugsavnaðu seg í byrjanuni mest um at ikki geva ov nógv burtur. So smátt byrjaðu arvafíggindarnir tó at leggja meira fyri frameftir, og góðu støðurnar komu. Hjá KÍ rakti Jóannes Kalsø Danielsen stongina eftir hornaspark úr høgru, og síðani skeyt Deni Pavlovic uppum, tá hann fekk returbóltin. Í hinum endanum fekk áleyparin Ari Mohr Olsen besta møguleikan fyrra partin av hálvleikinum, men hann fekk ikki heilt skot á.
Ístaðin var tað ein annar sandoyingur, ið legði HB á odda. Magnus Egilsson legði horna inn úr vinstru, Lasse Andersen stútaði móti málinum, og Dan í Soylu prikaði bóltin seinasta pettið inn. Fimm minuttir seinni royndi Adrian Rúnasson Justinussen seg við frísparki úr vinstru, bólturin gjørdi eitt knekk, ið snýtti Kristian Joensen og fór umvegis stólpan í málið. Eitt sera gott fríspark, 2-0, og áðrenn KÍ fekk svarað aftur, hevði Ari økt: 3 skjót mál hjá HB, ið hesa løtuna var ógvuliga kyniskt.
Mikkjal Thomassen tók avleiðingar av støðuni, og setti stutt seinni Jonn Johannessen inn fyri bakkin Ísak Simonsen. Ungi kanturin var lítla løtu seinni sendur avstað. Hann fann Patrik Johannesen, ið legði innfyri, har Jóannes Bjartalíð fekk seinasta fótín á. Eitt flott gjøgnumspælt mál, og harvið fekk KÍ lív í dystin áðrenn hálvleik, og tað bylgjaði aftur og fram. Útiliðið royndi at trýsta í 2. hálvleiki, men HB var tættari at økja; neyvleikin hjá oddaliðnum í avgerandi støðunum var tó ikki heilt har, og HB vardi væl fyri. Uppá ein minutt, beint tá ein tími varð leiktur, fekk heimaliðið tríggar stórar møguleikar, tá Kí gjørdi nakrar feilir, og har serliga Adrian burdi økt.
Dysturin varð lukkaður, tá júst Adrian fann Dan, ið gjørdist tvífaldur málskjútti. Eitt sera gott HB-avrik og liðið líkist meira og meira tí frá seinasta árið. Ágangandi spælið í dag gav úrslit, og tað sást, at Tróndur Jensen ger ógvuliga góðan mun á miðvøllinum. Hetta var fyrstu ferð síðani 4. umfar, at KÍ lat mál inn í Betrideildini.
HB tók eitt stórt fet móti oddinum við sigrinum, og syrgdi fyri at samband er til KÍ, ið skal reisa seg skjótt. Fleiri lið eru í hølinum á teimum, og seinna hálvfinalan í steypakkapingini verður í vikuni í Klaksvík. Tað er móti júst HB, og eftir 1-1 í fyrra dystinum er lagt upp til stóran spenning. Tað er tað eisini í oddinum í Betrideildini eftir 10. umfør
Gundadalur 19.05 - 10. umfar í Betrdeildini
HB - KÍ 4-1 (3-1)
28' Dan í Soylu 1-0
33' Adrian Rúnason Justinussen 2-0
36' Ari Mohr Olsen 3-0
43' Jóannes Bjartalíð 3-1
77' Dan í Soylu 4-1
HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Hørður Ashkam, Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Tróndur Jensen, Dan í Soylu, Símun Samuelsen (66' Pætur Petersen) - Ari Mohr Olsen (70' Bartal Wardum), Sebastian Pingel (78' Jógvan Skeel Nolsøe)
Gul kort: Hørður Askham, Símun Samuelsen, Tróndur Jensen, Magnus Egilsson
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ólavur Niclassen - Jóannes Bjartalíð, Steinbjørn Olsen (64' Darius Lewis), Jákup B. Andreasen (L), Ísak Simonsen (40' Jonn Johannessen) - Boris Dosljak, Patrik Johannessen (78' Takuya Matsunaga)
Gult kort: Deni Pavlovic
Ovara helvtin sær soleiðis út:
1. KÍ (23 stig)
2. NSÍ (22 stig)
3. B36 (21 stig)
4. Víkingur (20 stig)
5. HB (18 stig
Fótbóltur
HB gav KÍ fyrsta ósigurin
Tað var undirhaldandi í Gundadali, har HB vísti styrki og gjørdi oddastríðið tættari.
Kí er framvegis oddalið, men Ari Mohr Olsen og HB fingu í dag ein umraðandi sigur móti júst klaksvíkingum ( Mynd: Jens Kr. Vang)
2019-05-19 17:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald