Fótbóltur

HB gjørdi hinum topp-fimm liðunum kynstrið eftir

Tryggur sigur til HB ímóti EB/Streymi á Tórsvølli í kvøld. Heimaliðið vann 4-1.

René Shaki Joensen og Pætur Petersen fegnast her um 1-0 beint fyri hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

René Shaki Joensen og Pætur Petersen fegnast her um 1-0 beint fyri hálvleik (Mynd: Sverri Egholm)

2021-09-19 21:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Øll topp fimm liðini á stigatalvuni vunnu stórt ella trygt á botn fimm liðunum í dag. Tað er greitt eftir at seinasta dysturin í dagsins umfari er bríkslaður av.

Hann var millum HB, sum hevði trupult við at fáa hol á, á Tórsvølli í kvøld, har eitt tendrað EB/Streyma lið var á vitjan. Sundalagsmenn stríddust væl, og hildu teimum reyðu og svørtu burtur frá netmeskunum í 45 minuttir. Beint fyri hálvleik eydnaðist tað Pæturi Petersen at leggja HB á odda 1-0, men longu lítla løtu seinni, áðrenn dómarin bríkslaði av til hálvleiks, javnaði Gutte Dahl-Olsen fyri EB/Streym.

1-1 í hálvleikinum.

Tað var HB, sum var við yvirlutan, og tíðliga í seinna hálvleiki legði Pætur Petersen aftur HB á odda. Ikki fyrr enn síðst í dystinum avgjørdi heimaliðið við fyrst einum langskoti frá Dan í Soylu tá seks minuttir vóru eftir av dystinum, og tíðini sum dómarin hevði lagt afturat staðfesti Stefan Radosaljevic sigurin og økti til 4-1, sum eisini gjørdist úrslitið.

HB - EB/Streymur 4-1 (1-1)
45’ Pætur Petersen 1-0
45’ Gutti Dahl Olsen 1-1
53’ Pætur Petersen 2-1
84’ Dan í Soylu 3-1
90’ Stefan Radosaljevic 4-1

KÍ - 07 Vestur 4-0 (2-0)
21’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0
29’ Árni Frederiksberg 2-0
76’ Jóannes Bjartalíð 3-0
84’ Jóannes Bjartalíð 4-0 (br.)

Víkingur - B68 3-1 (3-0)
10’ Noah Mneney 1-0
35’ Andreas Lava Olsen 2-0
40’ Jákup Johansen 3-0
61’ Andri Benjaminsen 3-1

B36 - ÍF 5-0 (2-0)
4’ Sebastian Pingel 1-0
37’ Hannes Agnarsson 2-0
49’ Bjarki Nielsen 3-0
90’ Sebastian Pingel 4-0
90’ Martin Agnarsson 5-0

NSÍ - TB 7-2 (3-0)
5’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
15’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0
28’ Klæmint Andrasson Olsen 3-0
49’ Samudeen Musah 3-1
55’ Aron Knudsen 4-1
57’ Klæmint Andrasson Olsen 5-1
65’ Atli Djurhuus Petersen 6-1
75’ Sascha Schmaiz 6-2
90’ Tróndur Jensen 7-2

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ 62 stig (22 dystir)
2. Víkingur 50 stig (22 dystir)
3. HB 43 stig (21 dystir)
4. B36 39 stig (22 dystir)
5. NSÍ 35 stig (23 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (22 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (21 dystir)
8. B68 19 stig (22 dystir)
9. ÍF 13 stig (22 dystir)
10. TB 3 stig (21 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder