Fótbóltur

HB gjørdi sær ikki dælt av yvirtalsstøðuni

HJK Helsinki vann 3-0 hóast ein leikara í undirtalið í ein tíma, og útlitini hjá HB í uppgerðini eru nú ógvuliga ring.

Byrjanaruppstillingin hjá HB í Helsinki - Mynd: Havnar Bóltfelag

Byrjanaruppstillingin hjá HB í Helsinki - Mynd: Havnar Bóltfelag

2019-07-09 19:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri fyrstu ferð í trý ár hevði HB í dag eina evropeiska uppgávu. Champions League-dysturin í Helsinki var á pappírinum sera torførur, men føroyameistararnir skuldu royna at fáa eitt gott útgangsstøði til returdystin í Gundadali. Hetta eydnaðist ikki, hóast fyritreytirnar gjørdust betri eftir hálvan tíma, tá heimaliðið fekk ein mann útvístan. Talan gjørdist um 3-0 ósigur til føroyameistararnir, og hetta ger, at uppgerðin nú er so gott sum avgjørd.

Tað kom ikki nakað veruligt trýst frá heimaliðnum fyrstu løtuna, hóast HJK hevði eina góða roynd eftir tíggju minuttir. Beint eftir hetta hevði Adrian Justinussen eina fína frísparksroynd, men tað vóru finsku meistararnir, ið komu á odda. Málið kom heldur knappliga, eftir at 20-ára gamli miðvallarin Kaan Kairinen spældi bóltin ígjøgnum verjuna hjá HB til 20-ára gamla álopstalentið Lassi Lappalainen, ið var tryggur. 

HB kom skjótt fyri seg eftir málið, og eftir hálvan tíma steðgaði Faith Obilor Jógvani Róa Davidsen í gjøgnumbrotið. Fríspark beint uttanfyri brotsteigin og seinna gula kortið til nigerianska miðverjan. Adrian var nær við, men frísparkið fór dygst omanfyri. Føroyameistaranir vóru nú nakað meira á bóltinum, men høvdu ilt við at skapa nakað. Ístaðin varð eitt óneyðugt fríspark gjørt í høgru síðu stutt fyri hálvleik. Tað var lyft innfyri, Teitur bjargaði fyrstu royndini, men tann miðverjin, ið ikki var vístur út, økti til 2-0. 

[object Object](Reytt kort varð givið til HJK, eftir at Jógvan Rói Davidsen varð feldur, men HB tapti 3-0 í Helsinki - Mynd: Sverri Egholm)

Eftir steðgin var myndin tann sama: HB var rímiliga nógv á bóltinum, men hevði ógvuliga trupult við at skapa upplagdar málmøguleikar. Besti møguleikin kom, tá bólturin datt til vinstra beinið hjá Lassa Andersen eftir hornasparksstøðu, men danski verjuleikarin fekk ikki heilt skot á. Heimaliðið hótti hinvegin -serliga við umstillingum, og um tíman bjargaði Jógvan Rói á mállinjuni. Nakrar minuttir seinni eydnaðist tað tó ikki at steðga finnunum í at skora, og Lappalainen gjørdist tvíafaldur málskjútti við góðum máli.

Tað var ongantíð heilt nær við, at HB fekk eitt útivallarmál og harvið skapt nakað av spenningi í uppgerðina. Útiliðið loyst ikki tað at spæla 11 ímóti 10 væl, og tyktist at mangla hugflog og ferð í spælinum; góðskan á seinasta triðinginum var ikki nøktandi. HB var eisini uppi ímóti einum disiplineraðum og dugnaligum liðið. Heimir Guðjónsson royndi millum annað at seta Brynjar Hloðversson inn í álopið, meðan Rene Shaki Joensen sat á bonkinum allar 90 minuttirnar. Tað skal nú nakað heilt serligt til, um HB skal bjóða HJK av um at koma víðari.

Seinni dysturin verður leiktur í Gundadali um eina viku (Týsdagin 16/7)

UEFA Champions League - 1. umfar, fyrri dysturin
Telia 5g Areena, Helsinki - 09.07, kl.17.00 (FO tíð) 
HJK Helsinki - HB 3-0 (2-0)
21' Lassi Lappalainen 1-0
42' Daniel O'Shaughnessy 2-0
66' Lassi Lappalainen 3-0
Reytt kort: Faith Obilor (30')

HB: Teitur Matras Gestsson - Jógvan Rói Davidsen (L), Bartal Wardum (81' Daniel Johansen), Lasse T. Andersen, Magnus Egilsson - Adrian Rúnasson Justinussen, Hørður Askham, Tróndur Jensen, Símun Samuelsen - Dan í Soylu (81' Brynjar Hloðversson), Ari Mohr Olsen(46' Sebastian Pingel).

Gul kort: Magnus Egilsson, Dan í Soylu og Jógvan Rói Davidsen

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder