Hondbóltur

HB greitt yvirtak á Víkingi seinastu trý árini

HB hevur vunnið níggju útav tíggju innanhýsis dystum - harav eina steypafinalu. Sjey av dystunum hava verið leiktir í høvuðsstaðnum, og HB hevur havt greitt betri gongd samanlagt enn Víkingur.

HB vann allar dystirnar Víkingi í Betrideildini í ár - júst sum í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

HB vann allar dystirnar Víkingi í Betrideildini í ár - júst sum í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-04 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eingin ivi um, at HB, sum gjørdist føroyameistari við 69 stigum, er  favorittur í steypafinaluni móti Víkingi. Liðið úr Eysturkommunu endaði triðja árið á rað nummar fimm í Betrideildini og fekk 47 stig.

Júst tey seinastu trý árini hevur HB verið greitt omaná, tá tað snýr seg um steyp og innanhýsis dystir. Í 2018 gjørdist HB føroyameistari við heili 73 stigum og vann allar tríggjar dystirnar móti Víkingi í Betrideildini við úrslitinum 2-1.

[object Object]Adrian Justinussen eftir málið í steypafinaluni í fjør. Adrian hevur skorað nógv mál móti barndómsfelagnum seinastu trý árini


Í fjør vann HB tveir dystir fult uppiborið 3-1 í landskappingini, men Víkingur vann 1-0 í Sarpugerði í 11. umfari. Í seinasta innanhýsis dystinum millum liðini í 2019 vann HB aftur 3-1 - tað var í steypafinaluni.

Harvið vann Heimir Guðjónsson seks útav sjey kappingardystum móti Víkingi, og Jens Berthel Askou hevur tikið táttin upp í ár. HB hevur vunnið samanlagt 7-0 í heimadystunum móti Víkingi og megnaði at vinna 3-1 í Sarpugerði. Víkingur hevur nú møguleikan at vinna sín týdningarmesta dyst móti HB í ár. Tað hevði givið eitt kærkomið eitt steyp og ikki minst: Fyrsta evropeiska plássið síðani Champions League-plássið sum kom í hús við FM-heitinum í 2017.

[object Object]
Liðini hava spælt tríggjar ferðir í Sarpugerði seinastu trý árini, og í hesum dystinum í fjør vann Víkingur 1-0 - tað er einasti sigurin hjá Víkingi hesi árini (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt merkisvert hesi árini hevur verið, at HB øll árini hevur havt heimavøll í tveimum út av trimum dystum. Tà Víkingur so eisini hevur havt ávísar trupulleikar við at "finna seg sjálvan" á ymsan hátt - kanska fyriuttan tveir mánaðir í fjør tá Vìkingur legði seg á odda í Betrideildini - so hava fyritreytirnar hjá HB verið góðar. Mest vinnandi føroyska felagið hevur hesi árini skavað sera nógv stig saman, hevur vunnið trý steyp og kann nú vinna sína fjórða steyp og harvið sína fyrstu greipu síðani 2004.

Víkingur og HB spæla steypafinalu á Tórsvølli í morgin kl. 16

HB og Víkingur í innanhýsis dystum seinastu trý árini
2018: 
HB - Víkingur 2-1
Víkingur -HB 1-2
HB - Víkingur 2-1

HB føroyameistari, Víkingur

2019: 
HB - Víkingur 3-1
Víkingur - HB 1-0
HB - Víkingur 3-1 
HB - Víkingur 3-1 (Steypafinalan)

2020: 
HB - Víkingur 3-0
Víkingur - HB 1-3
HB - Víkingur 4-0

Samanlagt: 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder