Fótbóltur

HB hevur gjørt sáttmála við vong úr Gana

21-ára gamli Emmanuel Duah skal gera mun í serliga álopskenda spælinum hjá HB í 2024. Hann kemur úr svenskum fótbólti - í fjør spældi vongurin í næstbestu deildini.

Adolfo Sormani hevur havt eyguni eftir Doah í eina tíð - talan er um ein ungan spælara, sum seinastu árini hevur ment seg í svenskum fótbólti (Mynd: Havnar Bótlfelag)

Adolfo Sormani hevur havt eyguni eftir Doah í eina tíð - talan er um ein ungan spælara, sum seinastu árini hevur ment seg í svenskum fótbólti (Mynd: Havnar Bótlfelag)

2024-02-06 14:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur seinastu tíðina mist nakrar spælarar í meira álopskenda partinum, og tískil er neyðugt hjá liðnum at styrkja seg á hesum økinum.

Í dag er ein nýggjur spælari kunngjørdur til hetta høvi. Á Facebook-síðu sínari seinnapartin bjóðar Havnar Bóltfelag Emmanuel Duah vælkomnum.

Sum skilst, so er talan um ein spælara, sum Adolfo Sormani hevur havt eyguni eftir í eina tíð, og hevur nýggi HB-spælarin júst tær dygdirnar, sum nýggi HB-venjarin vil hava. Bæði fótbóltsliga og sum persónur.

21-ára gamli Duah spældi nakrar dystir í bestu deildini í Gana sum blaðungur. Í 2021 fór hann úr heimlandinum, og skifti til Svøríkis. Har havur vongurin spælt fyri Hammarby TFF í triðbestu deildini og seinast AFC Eskilstuna í næstbestu deildini. Samanlagt hevur Emmanuel Duah 33 dystir og tvey mál í Superettan - Eskilstuna endaði aftast og flutti harvið niður úr deildini í fjør.

Nú skal ungi maðurin úr Gana so royna at gera mun í fremstu føroysku kappingini. Talan er um eitt-ára sáttmála við einum møguleika at leingja til 2025 eisini, fáa vit upplýst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder