Fótbóltur

HB hevur ræðið yvir Havnini og yvir Betrideildini

Seks mál og eitt reytt kort settu dám á undirhaldandi grannauppgerðina, ið samstundis var ein sannur oddadystur.

Árni Frederiksberg og B36'arnir royndu, men HB var omaná (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg og B36'arnir royndu, men HB var omaná (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-01 18:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var lagt upp til til eina ógvuliga spennandi grannauppgerð, tá HB og B36 seinnapartin hittust í góðveðrinum í Gundadali – tvey lið við fullum stigatali og sum bæði ynsktu at taka oddasessin at hava fyri seg sjálvan.

B36 legði trýst á HB fyrstu løtuna við nøkrum deyðbóltum, og tað var júst við fleiri longum innkøstum og hornaspørkum, at B36 í 1. hálvleiki fekk trýst teir reyðu og svørtu. Eisini hevði ártalsfelagið nakrar umstillingar, har neyvleikin í avgerandi alveringini og atgerðini manglaði. HB var meira á bóltinum og eftir tíggju minuttir varð ein góður bóltur lagdur uppum B36-verjuna - í økið millum Benjamin Heinesen og Erlend Magnusson, ið ikki júst hava spælt nógv á ávikavist høgra bakki og miðverjuni á hægsta stigi. Dan í Soylu, ið varð fluttur á plássið hjá Adrian Justinussen við útgangsstøði til vinstru á HB-miðvøllinum, rann væl inn í økið, og legði bóltin róliga yvirum til Pætur Petersen, ið trygt legði HB á odda.

[object Object]
Pætur Petersen hevur lagt HB á odda við sínum fyrsta málið í ár (Mynd: Sverri Egholm) 

HB legði væl út í 2. hálvleiki. Dan í Soylu rakti stongina, og Rói bjargaði roynd frá Hera, ið spældi sera væl á høgra bakki hjá HB. B36 skapti einki fyrstu løtuna, men tá tíggju minuttir vóru farnir, varð Michal Przybylski varð sendur avstað. Hann kom inn í brotstegin við bóltinum og var tryggur, tá hann avsluttaði.

[object Object]
Michal legði B36 á odda 2-1, men Pætur svaraði heilt stutt seinni aftur (Mynd: Sverri Egholm)

Næstan beint eftir hetta hevði Heri Hjalt Mohr eina góða skotroynd, ið varð bjargað á mállinjuni. Ístaðin fyri 2-0 gjørdist støðan 1-1 stutt seinni. B36 fekk brotsspark, og tað setti Alex Mellemgaard trygt í málið. Restina av hálvleikinum vóru fáir málmøguleikar. Mathias Nygaard kom tó tvær ferðir innan seinastu tíggju minuttirnar í góða skotstøðu, men fyrru ferð fór bólturin framvið og seinnu ferð stóð Rói Mørk Hentze, triði maðurin ið verjir málið hjá B36 í ár, fyri. Danin hjá B36, Sebastian Pingel, royndi seg í yvirtíðini, men Teitur Gestsson bjargaði.

HB svaraði tó skjótt aftur. Eftir eitt frísparksinnlegg stútaði Heðin Hansen bóltin víðari inn í málteigin og har var Pætur aftur til reiðar at seta bóltin inn. Tað sá út til, at B36-leikarin ið dekkaði Heðin varð skumpaður í ryggin, men Petur Reinert segði nei, tá teir hvítkløddu mótmæltu. Nú gekk skjótt. HB-trýstið helt fram, og í 65. minutti fekk Heðin Hansen fatur á einum leysum bólti stutt uttanfyri brotsteigin. Hann legði hann væl innum til René Shaki, ið avsluttaði sera væl niður í longra málhorn.

[object Object]
Alex Mellemgaard skoraði og fekk reytt kort í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Tríggjar minuttir seinni gjørdist mótbrekkan tyngri hjá B36, tá Petur Reinert vísti Alex Mellemgaard av vølli fyri at hava takkla Heðin Hansen ov hart. Talan var um beinleiðis reytt kort. B36 hevur áður fingið stór úrslit móti HB í undirtali, men hesaferð eydnaðist tað ikki hóast eitt heilt okey trýst seinastu løtuna. Tað eydnaðist at fáa bóltin í málið hjá Teiti fyri triðju ferð, men í samband við hornasparkið fór HB-liðformaðurin umkoll, og hann fekk fríspark.

Ístaðin lat René hurðina heilt aftur fyri grannunum, tá hann skoraði sítt fjórða mál í kappingarárinum. Hetta var í yvirtíðini, og harvið kundi HB fegnast um ein góðan og uppibornan 4-2 sigur á grannum. Hetta var fyrsti sigur hjá HB á B36 í Betrideildini síðani í oktober 2018. Liðið hjá Jens Berthel Askou vísti, at tað ber væl til at vinna stórar dystir uttan Adrian Justinussen, og B36 kom niður á jørðina eftir fýra sigrar i fyrstu fýra umførunum. HB er nú einsamalt oddalið við fullum stigatali. Teir reyð-svørtu skulu til Trongisvágs í vikuskiftinum, meðan liðini á teimum fýra plássanum aftanfyri i skulu stríðast innanhýis um at fylgja við.

 

5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
B36 - HB 2-4 (1-1)
10’ Pætur Petersen (Dan í Soylu) 0-1
18’ Alex Mellemgaard (br.) 1-1
56’ Michal Przybylski 1-2
61’ Pætur Petersen (Heðin Hansen) 2-2
65’ René Shaki Joensen (Heðin Hansen ) 2-3
90' René Shaki Joensen 2-4

B36 (4-2-3-1): Rói Mørk Hentze – Benjamin Heinesen (60’ Ragnar Samuelsen), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen (69’ Stefan Radosavljevic), Eli Falkvard Nielsen – Árni Frederiksberg, Michal Pryzbylski (83’ Brian Jakobsen), Meinhard Egilsson Olsen – Sebastian Pingel

Reytt kort: Alex Mellemgaard (68’)

Gult kort: Benjamin Heinesen, Sebastian Pingel, (Jákup á Borg)

HB (4-3-3): 
Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen -  Mikkel Frankoch, Mathias Nygaard, Heðin Hansen - René Shaki Joensen, Pætur Petersen, Dan í Soylu  (90' Samuel Johansen Chukwudi) 

Gult kort: Mathias Nygaard

Støðan: 
1. HB (15 stig) * 
2. B36 (12 stig) *
3. NSÍ (9 stig) 
4. KÍ (9 stig)
5. Víkingur (8 stig) *
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (2 stig) 
9. TB (1 stig) 
10. Skála (1 stig) *

* Ein dyst fleiri

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder