
Í gjár fingu KÍ, NSÍ og Víkingur at vita, hvørjum liðini spæla ímóti í 1. umfari í Evropa.
Víkingur er í Champions League og skal 8. og 15. juli spæla móti Lincoln Red Imps úr Gibraltar.
Sí eisini: Dreymalutakast hjá Víkingi í Champions League
Hini eru í Conference League og fáa finska mótsstøðu - KÍ móti Samuel Chukwudi og SJK og NSÍ móti heilt stóra felagnum ur Finnlandi: HJK Helsinki. Hesir dystirnir vera 10. juli og 17. juli (ein heima og ein úti)
Sí eisini:
Bæði KÍ og NSÍ fingu finska mótsstøðu
Samuel: - Ikki nakar serligur munur á okkum og KÍ
Sum steypavinnari kemur HB, annað árið á rað, beinleiðis inn í 2. umfar í Conference League. Fíggjarliga er hetta ein fyrimunur, men av tí at HB ikki er styrkismett, so kann man raka heilt harðar uppgávur.
Hesaferð er serliga AZ Alkmaar úr Niðurlondum dømi um tað, meðan ein uppgerð móti danska Brøndby ella norska Viking eisini kundi verið spennandi - men allarhelst ov trupul til at vinna samanlagt.
Hinvegin so hevur HB á pappírinum fínar møguleikar, um man klokkan 13 dregur ein av hinum fimm møguleikunum. Talan er um taparan av Vali - Flora Tallin ella taparan av Larne FC - FK Auda. Hesi liðini spæla í 1. umfari í Champions League. Einki teirra er ræðandi.
Møguleikarnir hjá HB í 2. umfari í Conference League:
1 AZ Alkmaar (NED)
2 Valur (ISL) vs FC Flora Tallinn (EST)
3 Viking FK (NOR)
4 Larne FC (NIR) vs FK Auda (LVA)
5 Brøndby IF (DEN)
Meira um lutakastið, sum eisini kann stroymast, á uefa.com.
Mikkjal spøkir í Klaksvík - Víkingur fær tunga uppgávu
KÍ og NSÍ vóna eisini at spæla í 2. umfari í Conference League.
Um tað eydnast at spæla seg víðari eru møguleikarnir nakað avmarkaðir, hóast bæði eru styrkismett. NSÍ kann tó fáa norðurírska ella maltesiska mótstøðu.
Møguleikarnir hjá NSÍ, um liðið kemur víðari:
6 Hibernians FC (MLT)
7 KF Vllaznia (ALB) vs BFC Daugavpils (LVA)
8 Győri ETO FC (HUN)*
9 PFC Arda Kardzhali 1924 (BUL)
10 Dungannon Swifts FC (NIR)
Hjá KÍ kann tað gerast rættiligta áhugavert - tó tungt. Mótstøðu úr Serbia og Slovakia er eitt, men so er tað ovasta liðið: AIK Stokkhólm vísir styrki og hevur ein venjara, ið kennir ógvuliga væl KÍ. Mikkjal Thomassen kann vitja aftur í Klaksvík í juli. Sannlíkindini eru sum nú er 20 prosent, um so er at KÍ kemur víðari fyrst.
Møguleikarnir hjá KÍ, um liðið kemur víðari:
6 AIK Stockholm (SWE)
7 FK Radnički 1923 (SRB)
8 MŠK Žilina (SVK)
9 FC Zimbru Chisinau (MDA)
10 FK Banga (LTU) - helst besti møguleikin hjá KÍ
Hjá Víkingir verður tað tungur burður, og møguliga lang ferðing, um liðið kemur víðari í Champions League. Lutakastið til 2. umfar verður klokkan 11. Hetta kann eisini stroymast á uefa.com.
Møguleikarnir hjá Víkingi, um liðið kemur víðari í Champions League.
FK Crvena Zvezda (SRB) - Reyða Stjørna
Maccabi Tel-Aviv FC (ISR)
FC Dynamo Kyiv (UKR)
Winners of Pairing 1: FC Iberia 1999 Tbilisi (GEO) vs Malmö FF (SWE)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald