
Tað er ikki heilt vanligt, at føroyskir spælarar spæla ímóti føroyskum feløgum í evropeiskari kapping. Eitt dømi er, tá Gunnar Nielsen stóð í mál fyri FH til spennandi Champions League-dystirnar móti Víkingi í 2017 (FH vann 3-2 samanlagt) Seinastu árini er tað nakrar ferðir komið fyri, at spælarar, ið hava spælt í Føroyum hava møtt sínum gomlum liði: Adrian Cieslewicz og Kaimar Saag og B36
Í lutakastinum til 1. umfar í Conference League í dag hendi tað, sum sambært Samuel Chukwudi helst ikki skuldi henda:
- Vit kunnu møta KÍ í Conference League. Nú veit man, hvussu væl teir duga at spæla hesar evropeisku dystirnar, so tað er líka við, at man vil sleppa undan at spæla móti teimum.
Hetta segði 21-ára gamli ára føroyski miðverjin, tá Portalurin tosaði við hann í sambandi við fyrstu tíðina í Finnlandi og vónir til millum annað evropeiska summarið.
Úrslitið av lutakastinum (Mynd: UEFA)
- Vita teir eru skarpir - verður væntandi tætt
Men hvat heldur Samuel Johansen Chukwudi einar tíggju vikur seinni og eftir lutakastið?
- Hetta var eitt heilt okay lutakast. Áðrenn lutakastið hildu vit ikki, at munurin á møguligu mótstøðuliðum okkara var stórur. Men vit vita, hvussu skarpir KÍ’arnir eru til evropeisku dystirnar, so tað verður ikki nøkur løtt uppgerð.
Føroyingurin í Finnlandi heldur sjálvandi, at tað er serstakt, at tvey føroysk lið koma á vitjan í Finnlandi - stórfelagið HJK Helsinki skal spæla móti NSÍ í sama umfari, sum SJK og KÍ spæla.
Sí eisini: Bæði KÍ og NSÍ fingu finska mótsstøðu
Samuel skal til Klaksvíkar at spæla 17. juli - KÍ vitjar Seinäjoki vikuna áðrenn. Vit spurdu fyrrverandi HB-spælaran, hvat hann væntar av dystunum:
- Eg vænti tveir tættar dystir, har KÍ fer at spæla sín vanliga evropeiska stíl, og har vit fara at royna at leypa á. Tað er torført at meta um styrkismunin á liðunum, men eg haldi, at stigið á liðunum er nokk so líka, staðfestir Samuel fyri Portalinum
SJK er í løtuni á 5. plássið í finsku deildini, har tólv umfør eru spæld - liðið hevur bert fimm stig upp til 1. plássið. Samuel Chukwudi hevur fingið nógv rós fyri síni avrik. Tá hann sat uttanfyri við vøddaskaða í síðsta mánaða gekst verri hjá SJK - hetta kostaði sum eisini landsliðspláss til samlingina fyrst í mánaðinum.
Sí eisini: - Eitt verjuódjór sum ikki verður í Finnlandi leingi afturat
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald