
Tað skuldi bara ikki verða Steaua Bukarest úr Rumenia, sum er eitt av allarsterkastu liðunum í umfarinum.
Hinir møguleikarnir vóru betri, har Víkingaynski helst var Lindfield ella Lincoln Red Imps. Tað bleiv síðstnevnda - meistaraliðið úr Gibraltar sum er næstniðast á evropeiska styrkislistanum fyri ovastu kappingarnar.
Gamaní var liðið av Gibraltar í Conference League-bólkaspælinum í 2021, har Red Imps rakti væl í 1. umfari í Champions League og í play-off í Conference League.
Einki stig kom til høldar í bólkinum við FCK, PAOK og Slovan Bratislava. Síðani 2021 hevur liðið spælt átta evropeiskar uppgerðir, og vunnið eina - eftir brotsspørk móti liði av Malta.
Linfield, Drita og Breiðablik vóru aðrir møguleikar hjá Víkingi. Tey vóru líka undir Red Imps í styrkistølum, men bólkaspælið frá fýra árum síðani telur so mikið nógv upp. Sum nú er, má hetta metast at vera á pappírinum best møguliga lutakastið hjá Víkingi í 1. umfari av Champions League.
Í 2014 tapti felagið samanlagt 6-3 í síni fyrstu roynd í Evropa - móti HB.
Talan er tó um eitt felag, ið eigur fitt av peningini og millum annað hevur nógvar spanskar spælarar. Lagt er upp til spennandi uppgerð millum Víking og Red Imps.
Vinnarin fer víðari til 2. umfar og hevur so tríggjar "dystarbóltar", í mun til eitt deildarspæl. Taparin sleppur at leypa yvir til 3. umfar í Conference League, og royna seg aftur har. Tað varð staðfest eftir lutakast til endans, at júst hendan uppgerðin var ein av teimum báðum hepnu.
Sum útgangsstøði hevur Víkingur heimavøll, í Klaksvík, 8. juli og útivøll 15. juli. Hetta kann tó broytast undir samráðingunum í dag, staðfestir felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald