Aftur í ár vitjar TB á ólavsøku. Í fjør spældu HB og TB ein lívligan 1. hálvleik, men í 2. hálvleiki vísti HB klassan og vann 3-0. Fyri júst átta árum síðani vitjaði TB, sum tað árið var uppflytari, eisini í Gundadali. Tá vann HB 4-1.
Tað er nógv, sum bendir á, at HB aftur í ár fer at vinna greitt á aldursforsetanum, tá saman um kemur. HB er oddalið við heili 34 stigum fyri 13 dystir - TB hevur seks stig fyri sínar 12 dystir.
HB vann grannauppgerðina hósdagin og hevur harvið lagt B36 nakað afturum seg. NSÍ tapti í gjárkvøldið, og tískil kann munurin niður til nummar tvey verða fimm stig aftaná dystin í kvøld.
Tá HB vitjaði í Trongisvági í 7. umfari, vunnu teir í reyðum og svørtum 1-0 (Savnsmynd: Bjartur Vest)
Liðið hjá HB er sær upp aftur sterkari út nú, og fleiri leikarar eru á veg aftur. TB skal í kvøld royna at halda lív í dystinum so leingi sum gjørligt. Seinastu tveir dagarnar hevur felagið kunngjørt, at tríggir nýggir útlendskir leikarar - ein málverji, ein miðvallari og ein áleypari - eru knýttir at hópinum.
Fyrsta bríksl verður klokkan 18. Vit eru á staðnum við myndatólinum og dagføra beinleiðis. Aftaná gera vit samrøður og taka samanum.
13. umfar:
Í dag - 28.07
18.00: HB - TB
Ólavsøkudag - 29.07
16.00: B36 - Víkingur
Úrslitini í gjár
NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic 0-1
60' Páll Klettskarð 0-2
AB - ÍF 2-2 (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2
Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3
Støðan
1. HB 34 stig (13 dystir)
2. NSÍ 32 stig (14 dystir)
3. KÍ 32 stig (14 dystir)
4. B36 28 stig (13 dystir)
5. Víkingur 20 stig (12 dystir)
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir)
8. TB 6 stig (12 dystir)
9. AB 5 stig (14 dystir)
10. Skála 1 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald