
Fult umfar í Betrideildini var á skránni seinnapartin. Talan var um 2. umfar.
Størsti dysturin í umfarinum var tann seinasti, sum var á skránni. Í Sarpugerði hevði heimaliðið, eins og í Trongisvági í 1. umfari, sínar málmøguleikar, men NSÍ vísti hvassleika og vann 3-0. Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen og Steffan Løkin skoraðu málini. Størsta heimatap hjá Víkingi í kappingini í tvey ár, og higartil eitt stig til føroyameistararnar.
NSÍ hevur framvegis fult stigatal, og tað hava KÍ og HB eisini. Eftir at teir báðir skoraðu aftur í dag, eru Bogi Reinert-Petersen og Páll Klettskarð javnsettir toppskjúttar í kappingini saman við Klæminti Olsen við trimum málum hvør. KÍ fekk trý mál og B36 eitt í Gundadali.
Í Sørvági kom HB beinanvegin afturum, men Dann Fróðason hjá 07 Vestur fekk reytt kort eftir ein tíma, og síðani skoraði innskifti Jákup Thomsen tvey mál.
Jákup Thomsen var stóra HB-hetjan í Sørvági (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Á Eiði skoraðu TB og EB/Streymur tvey mál hvør. Útiliðið kom á odda tvær ferðir (Samudeen Musah og Mohammed Samba), men Meinhard Debes Geyti og Búi Egilsson, sum eru komnir úr NSÍ, skoraðu síni fyrstu mál fyri EB/Streym.
Harvið hevur TB fingið stig í báðum sínum dystum higartiil. Afturvendanin hjá FC Suðuroy til Betrideildina, sum var útsett vegna veður síðstu viku, endaði við tapi á Toftum. Nýggju menninir Martin Klein Joensen og Marjus Nón skoraðu fyri B68.
Nú er landsliðssteðgur í Betrideildini. FC Suðuroy og EB/Streymur spæla tó útsettan dyst leygardagin 22. mars klokkan 14.30.
2. umfar í Betrideildini hjá monnum
Sunnudagin 16.03
B36 - KÍ 1-3 (1-2)
07 Vestur - HB 1-2 (1-0)
EB/Streymur - TB 2-2 (1-2)
B68 - FC Suðuroy 2-0 (1-0)
Víkingur - NSÍ 0-3 (0-1)
Støðan eftir 1. umfar:
1. NSÍ 6 stig
2. KÍ 6 stig
3. HB 6 stig
4. B68 3 stig
5. TB 2 stig
6. EB/Streymur 1 stig *
7. Víkingur 1 stig
8. FC Suðuroy 0 stig *
9. B36 0 stig
10. 07 Vestur 0 stig
* Ein dyst færri - spæla næsta vikuskifti
Til ber at síggja meira um dystirnar við at trýsta á teir ovast á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald