Fótbóltur

HB-kvinnur vunnu 30-0

Fyrsti dysturin hjá felagsliðnum hjá EB/Streymi og FC Hoyvík endaði við stórtapi.

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2026-03-23 20:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

30 ferðir máttu tær á felagsliðnum hjá EB/Streymi og FC Hoyvík í málið eftir bóltinum. Hetta var tá EBS/Hoyvík í kvøld spældi ímóti HB í fyrsta umfari í meistaradeildini hjá kvinnum.

Støðan var 12-0 í steðginum.

Julia Naomi Mortensen skoraði heili seks mál og Lý Gray Djurhuus og Brá Zakariasardóttir fýra í part.

Tað var annars kunngjørt fyrr í dag, at FC Hoyvík og EB/Streymur hava gjørt avtalu um samstarv á kvinnusíðuni, sum fevnir um meistaradeildina og U16. Hetta var sostatt fyrsti dysturin hjá nýggja felagsliðnum.

Seinast eitt lið tapti so stórt í kvinnudeildini, var tá NSÍ vann 25-0 móti nettupp FC Hoyvík.

HB - EBS/Hoyvík 30-0 (12-0)
Julia Naomi Mortensen 6 mál
Lý Gray Djurhuus 4 mál
Brá Zakariasardóttir 4 mál
Lisa Haraldsen 3 mál
Sara Samson Shaki 3 mál
Teresa Jacobsen 2 mál
Rúna Jacobsen 2 mál
Silja Ragnarsdóttir Trier 2 mál
Fríða Jakobsen 1 mál
Elin Maria Isaksen 1 mál
Súsanna Laksáfoss Godtfred 1 mál
Lilja Højsted 1 mál

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder