Fótbóltur

HB læt ongan iva vera

6-0 til útiliðið á Svangaskarði í kvøld.

Stefan Radosavljevic (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-06-29 20:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Við nýggjum venjara var HB í kvøld á vitjan hjá B68 á Svangaskarði.

Hóast B68 fyrr í ár hevur argað nøkur av liðunum ovarliga á stigatalvuni, var eingin ivi á Toftum í kvøld. Teir úr Havn løgdu trýst á frá byrjan, og byrjaðu málveitsluna við einum brotssparki, sum Daniel Johansen umsetti til 1-0 tá 18 minuttir vóru leiktir.

Løtu seinni økti Mikkel Dahl til 2-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Við góðum spæli í seinna hálvleiki settu HB-leikararnir toftamenn uppá pláss, og skoraðu fýra mál upp á smáar tjúgu minuttir.

17 ára gamli Áki Debes Samuelsen slapp á vøllin at royna frá byrjan, og hann gjørdi bart og skoraði sítt annað mál í Betri deildini í ár, sum samstundis er annað mál hjá áleyparanum yvirhøvur í bestu deildini.

6-0 til HB, sum kann fara í summarfrí í nakrar dagar áðrenn evropeiskar avbjóðingar eru á skránni. HB skal spæla Conference League á útivølli 22. juli og á heimavølli á ólavsøku, 29. juli.

Venjarin hjá HB seinasta hálva árið, Jonas Dal Andersen, segði seg í gjár úr starvi hjá sigursvanda havnarliðnum, sum hevur havt svikalig úrslit seinastu tíðina. Hjálparvenjarin, Kevin Schindler, hevur tikið sum høvuðsvenjari yvir næstu dystirnar.

B68 - HB 0-6 (0-2)
18’ Daniel Johansen 0-1 (br.)
28’ Mikkel Dahl 0-2
58’ Stefan Radosavljevic 0-3
67’ Mikkel Dahl 0-4
72’ Stefan Radosavljevic 0-5
76’ Áki Samuelsen 0-6

Stigatalvan í Betri deildini

1. KÍ 41 stig (15 dystir)
2. Víkingur 31 stig (14 dystir)
3. HB 30 stig (14 dystir)
4. NSÍ 27 stig (15 dystir)
5. B36 24 stig (14 dystir)
6. EB/Streymur 12 stig (13 dystir)
7. ÍF 11 stig (14 dystir)
8. 07 Vestur 11 stig (14 dystir)
9. B68 6 stig (14 dystir)
10. TB 2 stig (13 dystir)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder