Fótbóltur

HB-málveitsla í Gundadali

Adrian skoraði beinleiðis upp á fríspark og fekk hattrikk tá HB vann 6-1 ímóti EB/Streymi.

(Skíggjamynd: Dystir.fo)

(Skíggjamynd: Dystir.fo)

2023-05-29 22:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað bleiv enn einaferð til ein sigur til teir reyðu og svørtu, nú HB og EB/Streymur hittust fyri aðru ferð í ár.

Seinastu ferð, var tað fyri fyrstu ferð við fyrrverandi EB/Streyma-venjaranum Jákupi Martin Joensen við HB-róðrið, og tá vunnu havnarmenn 3-0 á Eiði.

Hesaferð var sonn málveitsla. Longu tá eitt korter varð leikt, var HB á odda 3-0 við málum frá Áka D. Samuelsen, Adriani Justinussen og Jákupi Thomsen.

Adrian Justinussen økti í 34. minutti til 4-0, og tað gjørdist ógvuliga trupult hjá sundalagsmonnum at koma aftur.

Eftir steðgin, í 58. minutti, skoraði Dan í Soylu til 5-0. Tá góður tími varð leiktur fekk EB/Streymur brotsspark og Niels Pauli Danielsen kundi minka um munin til 5-1.

Adrian Justinussen fekk sítt triðja mál og hattrikk tá fýra minuttir vóru eftir av vanligari leiktíð. Tað var við beinleiðis frísparki, sum hann gjørdist so eyðkendur við fyri nøkrum árum síðani.

Ein tryggur HB-sigur og sum ger, at teir reyðu og svørtu í Gundadali varðveita annað plássið. Tvey stig eru niður til grannarnar á triðja plássið, men heili sjey stig eru upp til krút sterka KÍ-liðið sum liggur á fyrsta plássið við 36 stigum.

11. umfar í Betrideildini hjá monnum
Mánadagin, 2. Hvítusunnudag, 29. mai

HB - EB/Streymur 6-1 (4-0)
11' Áki D. Samuelsen 1-0
13' Adrian Justinussen 2-0
15' Jákup Thomsen 3-0
34' Adrian Justinussen 4-0
58' Dan í Soylu 5-0
64' Niels Pauli Danielsen 5-1 (br.)
86' Adrian Justinussen 6-1

ÍF - KÍ 1-7 (0-4)
8' Páll Andrasson Klettskarð 0-1
11' Deni Pavlovic 0-2
28' Árni Frederiksberg 0-3
44' Páll Andrasson Klettskarð 0-4
50' Dánjal á Lakjuni 1-4
56' Luc Kassi 1-5
75' Jákup Norðoy Vilhelmsen 1-6
81' Páll Andrasson Klettskarð 1-7

Víkingur - B68 1-1 (1-1)
10' Hanus Højgaard 0-1
25' Margin Klein Joensen 1-1

07 Vestur - TB 2-0
57' Magnus Holm Jacobsen (br.) 1-0
90' Oddur Petersen 2-0

B36 - AB 2-1 (1-1)
4' Aron Knudsen 1-0
19' Teitur Olsen 1-1
71' Valerjis Sabala 2-1

Stigatalvan

1. KÍ 36 stig (12 dystir)
2. HB 29 stig (12 dystir)
3. B36 27 stig (12 dystir)
4. Víkingur 21 stig (12 dystir)
5. 07 Vestur 13 stig (11 dystir)
6. B68 11 stig (11 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (11 dystir)
8. ÍF 9 stig (11 dystir)
9. TB 6 stig (11 dystir)
10. AB 1 stig (11 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder