Fótbóltur

HB-málverjin tók metið frá Andrew av Fløtum

Teitur Matras Gestsson hevur leikt 295 landskappingardystir fyri HB.

589 landskappingardystir á einari mynd. Teitur Matras Gestsson og Andrew av Fløtum (Mynd: HB)

589 landskappingardystir á einari mynd. Teitur Matras Gestsson og Andrew av Fløtum (Mynd: HB)

2022-08-28 19:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

HB-málverjin Teitur Matras Gestsson tók í dag metið frá Andrew av Fløtum, og hevur spælt flest landskappingardystir fyri teir reyðu og svørtu út Havn.

Hann leikti í dag sín landskappingardyst nummar 295 fyri HB, og tók metið frá Andrew av Fløtum, sum spældi 294 landskappingardystir fyri HB frá 1996 til 2017.

Teitur Gestsson er føddur 19. august 1992, og er sostatt júst fyltur 30 ár.

Hann leikti sambært Faroesoccer.com sín fyrsta dyst í landskappingini fyri HB á ólavsøku 29. juli 2011.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder