Fótbóltur

HB missir landsliðsleikara

Daniel Johansen spælir við HB restina av kappingaráinum, men frá 1. januar er tað FC Fredericia, sum vinstri bakkurin fer at umboða.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-20 12:01 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Daniel hevur gjørt sáttmála við danska 1. deildarfelagið FC Fredericia frá 1. januar 2023. Hesum boðar HB frá fyrrapartin.

– Fyrr í ár royndarvandi eg við FC Fredericia, og eg føldi meg beinanvegin vælkomnan og ynsktan. Og tí var eg sera glaður og errin, tá teir bjóðaðu mær sáttmála. Tað at eg nú kann hugsavna meg 100 prosent um fótbóltin, fer heilt sikkurt at menna meg enn meira sum fótbóltsspælara, sigur Daniel Johansen við heimasíðuna hjá HB.

– FC Fredericia spælir næstan altíð við í oddinum í donsku 1. deild, og teirra spælistílur hóskar væl til mín. Eg gleði meg at byrja í FC Fredericia, men fyrst og fremst skal eg hugsavna meg at gera arbeiðið í HB liðugt, sigur hann.

Daniel Johansen kom til HB úr EB/Streymi sum 15 ára gamal, og hevur bara umboða HB í vaksnamannafótbólti.

Longu sum 16 ára gamal fekk hann sínar fyrstu minuttir á besta liðnum, tá hann var skiftur inn ímóti Skála í kappingini um Løgmanssteypið. Hann hevur leikt 163 dystir og skorað 19 mál fyri HB.

So seint sum í gjár var hann á máltalvuni fyri HB, tá hann umsetti eitt brotsspark til mál og legði HB á odda 2-0 ímóti NSÍ

[object Object]HB-leikararnir fegnast um 2-0 málið í Runavík í gjárkvøldið, sum Daniel Johansen tók sær av (Mynd: Sverri Egholm)

Daniel Johansen, sum eisini hevur verið á landsliðnum, spælir við HB restina av kappingarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder