Fótbóltur

HB og NSÍ vunnu teprar sigrar og eru framvegis stavn um stavn

NSÍ skoraði einsamalla málið móti 07 Vestur tíðliga í dystinum, meðan HB avgjørdi í yvirtíðini á heimavølli móti EB/Streymi.

Tætta kapprenningin um 2. plássið í fremstu mansdeildini heldur fram: Emil Grønn Pedersen avgjørdi annan dystin á rað, tá HB var í trupulleikum - Hassou Diaby og hinir hjá NSÍ hildu málið reint (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tætta kapprenningin um 2. plássið í fremstu mansdeildini heldur fram: Emil Grønn Pedersen avgjørdi annan dystin á rað, tá HB var í trupulleikum - Hassou Diaby og hinir hjá NSÍ hildu málið reint (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-10 20:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tætta kapprenningin um 2. plássið í fremstu mansdeildini heldur fram. Hetta er greitt eftir dagsins dystir í Betrideildini.

HB var annan dystin á rað í trupulleikum men fekk loyst tað. Liðið hjá André fekk ikki hol á fyrrenn stutt eftir steðgin móti heldur skerda EB/Streyma-liðnum á heimavlli. Og 18 minuttir eftir leiðslumálið hjá Sammy Skytte sló HB-leigusveinurin hjá EB/Streymi, Jógvan Elmarsson Ósa, til.

1-1 stóð á máltalvuni í yvir tjúgu minuttir. Tað var í yvirtíðini, at Dan í Soylu legði innfyri. Ein verjuspælari fekk ruddað burtur, og so var Emil Grønn Pedersen annan dystin á rað á rætta staðnum og prikaði bóltin í málið til 2-1 til HB.

Tað gjørdist ikki eins dramatiskt, tá NSÍ vann á botnliðnum í Betrideildini. Longu í 4. minutti skoraði Fabian Ness, og hetta gjørdist einasta málið í dystinum við Løkin.

NSÍ og HB enn stavn um stavn í stríðnum um plássið, sum kann geva eyka evropeiskar og harvið fíggjarligar ágóðar næsta ár. 07 Vestur er framvegis í stórum trupulleikum í botninum - nú eru fimm stig upp til bjargingina.

Betrideildin 18. umfar
Sunnudagin 10. august 

HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
49' Sammy Skytte (Lassana Faye) 1-0
68' Jógvan Elmarsson Ósa 1-1
90 (+3) Emil Grønn Pedersen 2-1 

Sí meira um dystin her

NSÍ - 07 Vestur (1-0)
4' Fabian Østigård Ness 1-0

Sí meira um dystin her

Víkingur - B36 4-2 (1-1)
11' Jørgen Nielsen (Olaf Bárðarson) 1-0
43' Símun Sólheim 1-1
46' Poul Kallsberg (Arnór Brandsson) 2-1
55' Jørgen Nielsen (Ragnar Skála) 3-1
61' Stefan Radosavljevic (Ingi Jonhardsson) 4-1
83' Hannes Agnarsson 4-2

Sí eisini: Evropeisk Víkinga-veitsla: Basti B36 við ungum liði

TB - FC Suðuroy 2-3 (2-3)
6' Nikolei Johannesen 1-0
21' Samudeen Musah (Musah Armah) 2-0
34' Emmanuel Andorful 2-1 
36' Pætur Augustinussen (Fríði Holm) 2-2
38' Fríði Holm 2-3

Sí eisini: FC Suðuroy vendi øllum á høvdið og sigraði við Stóra

Friggjakvøldið 8. august
KÍ - B68 7-0 (4-0)

Sí eisini: Als eingir evropeiskir timburmenn hjá KÍ á Summarfestivalinum

Støðan í Betrideildini: 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder