Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vórðu spældar í gjár. Báðar vóru spennandi, dramatiskar og endaðu við 1-0 sigri til heimaliðið.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í gjár, mikudagin 29.05
HB - Víkingur 1-0 (1-0)
13' Jacob Johansson (Viljormur Davidsen)
Reytt kort: Ejvind Restorff Mouritsen (80')
Les eisini: HB hevur fyrimunin eftir fyrru hálvfinaluni
Sí eisini myndir frá dystinum
TB - B36 1-0 (0-0)
90' Nikolei Johannesen 1-0 (brotsspark)
Les eisini: B36 tapti fyri stinnum TB-liði í Trongisvági
B36 hevði møguleikarnar í Trongisvági, men tók ikki av. TB stríddist væl, og 1. deildarliðið fekk ein flottan sigur.
Í Gundadali hendi nógv, og tað kundi avgjørt verið meira ein eitt mál í dystinum. Tað var eisini rímilga heitt, og ónøgd var um dómaraavgerðir ímóti endanum - HB'arnir hildu ikki, at Ejvind Restorff Mouritsen skuldi verið útvístur, og víkingarnir vístu á, at teir áttu brotsspark, tá Bartal Wardum flutti bóltin við arminum í brotsteignum.
Nógvur inntensitetur í Gundadali í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 19. juni. Tá hava B36 og Víkingur møguleika at venda tí og spæla seg í steypafinaluna. HB vann kappingina í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald