Tann higartil helst besti fótbóltsdysturin á føroyskari jørð í 2024 varð spældur í Gundadali fyri løtu síðani. Tey bæði bestu liðini higartil hittust, og stoyttu av álvara saman: Tey skiftust um at flyta bóltin væl, nógvir góðir tekniskir smálutir vóru, høgur inntensitetur, sterkt verju- og málmansspæl. Tað vóru eisini nógvir áskoðarar, sum vóru mælskir, í Gundadali.
Tað varð keglast á og uttanfyri vøllin: Samanlagt átta gul kort og eitt reytt kort varð givið. Adolfo Sormani fekk tað eina kortið, tá fjórði dómarin hevði fingið nóg mikið: Í HB-leguni kann man kanska seta eitt lítið spurnartekin við útvísingina, sum Ejvind Restorff Mouritsen fekk, men víkingarnir kunnu av álvara vera ónøgdir við, at teir ikki fingu brotsspark í yvirtíðini.
HB byrjaði betri, og í 13. minutti sló Jacob Johansson til. Danski áleyparin fyllur ikki so nógv í spælinum, men hann hevur eitt evni at vera ár rætta staðnum og beina bóltarnar inn. Soleiðis var eisini hesuferð eftir at vælleikandi Viljormur Davidsen legði innfyri.
Víkingarnir settu seg síðani meira á spælið men høvdu heldur ilt við at skapa upplagdar málmøguleikar í 1. hálvleiki. Eitt kolldømt mál var, tá Finnur Justinussen var rangstaddur. HB hótti ikki so nógv seinasta partin av 1. hálvleiki men vardi væl. Dysturin í kvøld vísti aftur, at Mattias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi og Viljormur Davidsen er ein stinn bakketa, við Teiti Matras Gestssyni aftanfyri.
Víkinga-verjan hevur eisini havt eitt flott kappingarár, og Bárður á Reynatrøð vísti aftur dygdir í málinum. Leirvíkingurin á landsliðnum hevði tvær stórbjargingar eftir steðgin, tá HB hótti við at økja. Serliga var seinni møguleikin hjá Mikkel Dahl stórur. Teir í reyð-svørtum flutti bóltin væl við skjótum sendingum í nøkrum førum og høvdu nøkur góð mótálop.
Neyðugt var sanniliga eisini at verja fyri. Teir í ljósabláum høvdu flerii vandastøður. Tættast var Poul Kalsberg við flottum beinleiðis frísparki. Teitur Matras Gestsson fekk akkurat fingrarnar á, og bólturin rakti yvirleggjaran.
Ímóti endanum vantaði seinasta góðskan og skerpni hjá Víkingi í og kring brotsteigin. Eisini eftir at Jørgen Nielsen og Jákup Johansen komu inn, og HB endaði í undirtali. Ejvind Restorff Mouritsen fekk beinleiðis reytt kort í 80. minutti, eftir at hann steðgaði Jákup Johansen í gjøgnumbroti. Hetta var við harðari takkling aftanfrá. Kanska heldur tunt, Sormani, hjálparfólk og spælarar vóru eisini í øðini, men Rúni Gaardbo helt seg til lógbókina.
HB'arnir ikki samdir í dóminum, eftir at Jákup Johansen varð jarðlagdur (Mynd: Sverri Egholm)
Í yvirtíðini hevur dómarin helst ikki sæð støðuna nóg væl, tá Bartal Wardum - helst ótilvitað - sló bóltin í brotsteigin. Útfrá upptøkunum sá tað út til at vera eitt greitt brotsspark, men Víkingur fór av vøllinum uttan nakað mál og skal venda tí í Sarpugerði um tríggjar vikur.
Eftir dystin keglaðust spælarar við dómaratoymi, og tað var heitt ímillum høvuðsvenjararnar. Jóhan Petur Poulsen hevði at Adolfo Sormani, sum hevði eitt kort fyri kjataslit, og at tað stendur nógv uppá spæl millum fremstu liðini í føroyskum fótbólti er týðiligt. Finaluplássið er uppá spæl 19. juni - síðani HB var í Sarpugerði í mars hevur havnarfelagið gjørt eitt ting ógvuliga væl: Vunnið fótbóltsdystir. Í kvøld talan um tólvta sigurin á rað í øllum kappingum.
Fyrru hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið
Í dag, mikudagin 29.05
HB - Víkingur 1-0 (1-0)
13' Jacob Johansson (Viljormur Davidsen)
Reytt kort: Ejvind Restorff Mouritsen
TB - B36 1-0 (0-0)
90' Nikolei Johannesen 1-0 (brotsspark)
Les eisini: B36 tapti fyri stinnum TB-liði í Trongisvági
Seinnu hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 19. juni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald