Teir báðir oddafiskarnir í føroyskum fótbólti halda á við at svimja skjótt. Eftir tíggju umfør hava bæði Víkingur og HB 27 stig, og hava tey bert mist stig í einum dysti hvør. Í dag stóð nógv á, tá torfør mótsstøða var á skránni, men ávíkavist tvey mál í yvirtíðini og flott frísparksmál frá Viljormi Davidsen gjørdust avgerandi.
Tað var sum um, at tíðin var skrúðað 15 dagar aftur í Gundadali: Somu lið sum tá og sama úrslit - dystargongdin ikki heilt ólík heldur. HB kom á odda í 1. hálvleiki, tá Mikkel Dahl vísti sítt máltev. Bólturin stakk leysur í B36-brotsteignum, danin setti vinstra fótin á, og bólturin sníkti seg inn umvegis stólpan. B36 kom tó, eins og í dystinum í 8. umfari, út sum eitt óløgi til 2. hálvleik og fekk javnað: Innlegg frá Bjarka Nielsen eftir gott gjøgnumbrot í høgru, og har var vandamikli Marius Kryger Lindh til reiðar.
B36 gjørdi tað trupult fyri HB og leikliga avrikið hjá teimum í hvítum og svørtum var ikki heilt av leið (Mynd: Sverri Egholm)
Adolfo Sormani hevur fingið nógv burturúr í HB og hevur nú bast B36 tvær ferðir (Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevði nakrar stórar málmøguleikar afturat. Tað sigldi eitt sindur hjá HB eina løtu, og boð vóru eftir Teiti Matras Gestsson. Stongin hjálpti eisni, men HB ressaðist, og vísti aftur skerpni og dygdir. Um miðjan 2. hálvleik fekk HB eitt heldur bíligt fríspark stutt uttan fyri brotsteigin og nakað til høgru. Viljormi Davidsen sveiggjaði vinstra beinið, og bólturin sigldi vakurt í B36-málið. 2-1 og fyrsta málið yvirhøvur hjá landsliðsbakkinum í fremstu røð í Føroyum.
Eins og seinast, avgjørdi eitt ógvuliga gott vinstrabeinsskot á áleið sama staði grannauppgerðina í Gundadali. Dysturin lat seg nógv upp, har B36 kundi havt javnað, men HB so sanniliga eisini hevði støðurnar til at økja. Aftur vunnu Adolfo Sormani og hansara menn uttan at beinleiðis vera betri leikliga, men teir í reyðum og svørtum vístu aftur styrki og gjørdu nokk til at koppa tí. Nú er talan um átta sigrar á rað í Betrideildini. Hjá B36 er støðan álvarsom. Grannarnir hava nærum tvífalt so nógv stig, og tað sær tungt út "bara" at koma í topp-fýra hjá Dan Brimsvík og hansara monnum.
Jann Benjaminsen og liðfelagarnir noyðast at hyggja langt uppeftir fyri at fáa eygu á tað, sum skuldi vera kappingarneytarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Í HB-leguni kunnu teir hinvegin aftur fegnast um trý stig. Samuel Johansen Ckukwudi spældi ein frálíkan dyst í miðverjuni, og Viljormur Davidsen avgjørdi alt (Mynd: Sverri Egholm)
Stórur fagnaður í norðara enda av Gundadali, har viðrákið er stórt (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri myndir úr Gundadali her
NSÍ er í løtuni á 4. plássi, og í dag var uppflytarin nær við at fáa stig í Sarpugerði. Víkingur var tó betri og hevði nakrar stórar málmøguleikar; serliga stutt fyri stegðin, tá fyrst Árni Nóa Atlason og síðani Finnur Justinussen vóru púra fríur men ikki fingu stýrt bóltinum í mál.
Sølvi Vatnhamar manglaði, men Víkingur hevði nú Olaf Bárðarson at seta inn. Hann gjørdist eisini avgerandi. Í 66. minutti takklaði Dion Splidt gøtumannin, so at NSÍ-bakkurin fekk sítt seinna gula kort. Eftir tógvið stríð og nógvar støður, var tað Olaf sum eftir góð trekk fann Poul Kallsberg við frálíkari alvering í 92. minutti. Poul takkaði fyri, og nakrar minuttir seinni staðfesti Martin Klein Joensen sigurin.
Poul Kallsberg hevur verið umráðandi í álopspartinum hjá Víkingi í ár - í dag legði vongurin aftur oddaliðið á odda móti NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Víkingur aftur á sigurskós og heldur fast um oddasessin. KÍ kann nærkast HB og Víkini aftur í morgin. Fyrr í dag vann 07 Vestur 2-0 á EB/Streymi, meðan ÍF og B68 spældu dramatiskan 2-2 javnleik.
Les meira: ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið
10. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 20. mai
HB - B36 2-1 (1-0)
43' Mikkel Dahl 1-0
51' Marius Kryger Lindh (Bjarki Nielsen) 1-1
69' Viljormur Davidsen 2-1
Uppstillingar, tøl og annað her
Víkingur - NSÍ 2-0 (0-0)
90 (+2)' Poul Kallsberg (Olaf Bárðarson) 1-0
90 (+7)' Martin Klein Joensen (Signar á Brúnni) 2-0
Reytt kort: Dion Splidt (66' - seinna gula)
Uppstillingar, tøl og annað her
ÍF - B68 2-2 (1-2)
15' Brian Jakobsen (Fríði í Túni Petersen) 0-1
40' Elvio Gelmini (Gundur Petersen) 1-1
45' Brian Jakobsen (Áki Johannesen) 1-2
90 (+4) Elvio Gelmini (Jhon Mena) 2-2
Les meira: ÍF og B68 hava framvegis ikki vunnið
Reytt kort:Villiam Emil Klein (84' - seinna gula)
Uppstillingar, tøl og annað her
07 Vestur - EB/Streymur 2-0 (0-0)
56' Emil Grønn Pedersen (Julian Mouritsen) 1-0
90 (+1)' Magnus Isager (Emil Grønn Pedersen) 2-0
Uppstillingar, tøl og annað her
Í morgin, týsdagin 21. mai
19.00: Skála - KÍ
Støðan Betri deildini hjá monnum
1. Víkingur 27 stig
2. HB 27 stig
3. KÍ 21 stig *
4. NSÍ 18 stig
5. B36 14 stig
6. 07 Vestur 14 stig
7. Skála 10 stig *
8. EB/Streymur 4 stig
9. B68 3 stig
10. ÍF 3 stig
* Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald