Til og við kappingarlok 2026 verður Lukasz Cieslewicz fulltíðarvenjari á besta kvinnuliðnum hjá HB.
Hesum boðar felagið frá í dag.
Lukasz Cieslewicz hevur verið høvuðsvenjari hjá HB-kvinnunum síðani seinasta kappingarár, og árið hilnaðist væl. Liðið endaði á triðja plássi.
- Vit hava sæð eina støðuga menning hjá gentum og kvinnum seinastu árini. Í HB vilja vit skapa teir bestu karmarnar, og við at seta høvuðsvenjara hjá kvinnunum fulla tíð, taka vit næsta stigið á leiðini, sigur HB um at seta ein venjara til kvinnurnar fulla tíð.
HB er saman við KÍ einasta felag sum hevur fulltíðarvenjara í starvi við kvinnuliðið. Kristoffer Kvistgaard hjá KÍ hevur tó eisini aðrar uppgávur í felagnum, eitt nú U17 dreingir.
– Tað er ringt at spáa um nakað í fótbólti, men um hetta liðið og hesir spælararnir halda fram at mennast, eins og teir hava gjørt, so hava vit tað besta liðið í landinum um trý ár, sigur Lukasz Cieslewicz við heimasíðuna hjá HB.
Fyrsti dysturin hjá HB-kvinnunum er 27. mars, tá KÍ kemur á vitjan í Gundadali.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald