Fótbóltur

HB setti meistararnar úr Montenegro uppá pláss

Bakkarnir Heri Hjalt Mohr og Daniel Johansen skoraðu fyri HB í nógva hitanum í Podgorcia, og tað endaði 6-0 samanlagt. Harvið skulu greipuvinnararnir í næstu viku spæla í Ísrael ella í Georgia í 3. umfari í Conference League.

Heri Hjalt Mohr verður fagnaður eftir málið til 1-0 (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Heri Hjalt Mohr verður fagnaður eftir málið til 1-0 (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

2021-07-27 21:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einum mánaði og fimm døgum síðani tapti eitt tannleyst HB-lið í nógvum hita móti meistarunum úr Andorra í undan-undanumfarinum í Champions League. Í kvøld spældu greipuvinnararnir aftur á Balkan - dysturin móti Inter Club d'Escaldes, sum í kvøld varð sligið út eftir longda leiktíð í Conference League, varð leiktur í Albania. Tað lá um 35 hitastig í Podgoricia, har heimaliðið lat eitt mál inn í hvør sínum hálvleiki

Tað tykist vera heilt týðiligt, at HB-liðið er sum hamskift undir Kevin Schindler, og at samanlagda myndin er ein onnur enn í fleiri av undandarnu dystunum í ár. Heri Hjalt Mohr var úti av hópinum ein part av juni av persónligum ávum og spældi millum annað ikki í Champions League-dystinum. Hann er komin aftur á liðið, og høgri bakkurin hevur nógva megi, nógva ferð, ein stóran vilja og nógvar dygdir í serliga ein-móti-einum spælinum. Fyrrverandi kanturin rann fimm minuttir fyri steðgin fram við fullari ferð, meðan Michal Przybylski førdi bóltin fram. Mikkel Dahl fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, og danski áleyparin fann hegnisliga Hera, ið hevði gjørt eina góða renning innum verjuna. Vinkulin var heldur spískur, men 24-ára gamli bakkurin fekk beint bóltin millum beinini á Buducnost-málverjanum.

[object Object]
Heri skorar her sítt fyrsta evropeiska mál

[object Object]
Pætur Petersen ovurfegin um málið hjá makkaranum í høgru síðu

[object Object]
Langi túrurin við nógvari ferð í nógva hitanum tók nakað av luftini hjá Hera (Myndir: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Hetta var einasta skotið uppá mál í 1. hálvleiki. Væntað varð, at Buducnost fór at koma út sum eitt óløgi, men tað var HB, ið byrjaði betri, og tað sá allatíðina út til, at Kevin Schindler og hansara menn høvdu tamarhald á støðuni. Í 2. hálvleiki kom heimaliðið nærri við, men Teitur Matras Gestsson hevði nakrar góðar bjargingar, serliga eina við fótinum, og eitt skot rakti stongina. Samanlagt var verjuspælið hjá HB annars heilt gott, og serliga miðverjarnir Bartal Wardum og Hørður Askham, saman við verjukenda miðvallaranum Heðini Hansen, komu fyrst á nógv innlegg og fyri skot, ið heimaliðið royndi seg við.

[object Object]
Hørður Askham her í einum av sínum mongu nærdystum (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]Kevin Schindler hevur heilt nógv, ið hann kann vera væl nøgdur við (Mynd: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

[object Object]

[object Object]Daniel Johansen til 2-0 fyri HB (Myndir: Aleksandar Djorovic / portal.fo)

Í seinna hálvleiki økti Daniel Johansen við tryggum brotssparki, eins og hann gjørdi í Gundadali hósdagin - tað var innskifti Mans Mikkelsen, ið varð feldur í kvøld. Hesaferð var tað til 2-0, ið varð endaliga úrslitið á Gradski leikvøllinum. Hóast hetta úrslitið sum so ikki hevði nakað at siga fyri samlaða úrslitið, so merkir tað nakað fyri sjálvskendluna hjá havnarliðnum, og eisini fyri samalað evroepiska roknistykki hjá føroysku feløgunum.  

HB vann 6-0 samanlagt, og sigast má at talan er um eitt heilt flott úrslit. Áðrenn var Buducnost favorittur, men liðið, sum gjørdist suverent meistari í Montenegro síðsta kappingarár, megnaði als ikki at bjóða HB av teir seinastu tríggjar hállveikirnar í uppgerðini í 2. umfari í Conference League. Einki mál inn í 180 minuttir, eitt sterkt avrik samanlagt og HB er ógvuliga uppiborið víðari.

HB hevur fyri fyrstu ferð síðani 2014 spælt seg víðari í evropeiskari kapping, og skal hósdagin 5. august spæla á útivølli móti Maccabi Haifa ella Dinamo Tbilisi. Ísraelska liðið vann 2-1 í fyrra dystinum millum tey bæði liðini, so tað bendir á, at HB skal ein túr til Haifa skjótt. Meistararnir úr Ísrael og Georgia spæla seinna dystin har hóskvøldið. Bæði feløgini hava verið í Føroyum áður, og annað sleppur aftur at spæla her 12. august.

UEFA Europa Conference League
2. umfar, seinni dystur - 22.07, Gradski Stadion Podgorica - 0-6 samanlagt
19.00: Buducnost Podgorica - HB 0-2 (0-1)
40' Heri Hjalt Mohr (Mikkel Dahl) 0-1
73' Daniel Johansen (br.) 0-2

HB (4-3-3): Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Pætur Petersen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnason Justinussen  

Hesir komu inn í seinna hálvleiki: Mads Boe Mikkelsen, Stefan Radosavljevic, Hilmar Leon Jakobsen, Áki Debes Samuelsen, Jákup Thomsen,

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder