Fótbóltur

HB skal royna at taka enn eitt fet móti FM

Víkingur, sum hevur vunnið sjey dystir á rað, vitjar á Tórsvølli. Í Fuglafirði hittast tvey feløg, har tað hevur verið órógv í seinastuni.

HB og Vìkingur bresta saman á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

HB og Vìkingur bresta saman á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-18 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár greiddu B36 og KÍ sína skyldu á heimavølli móti ávíkavist TB og EB/Streymi uttan at spæla seg heilt út. 

Hetta merkir, at KÍ er komið frammum NSÍ aftur og nú er á øðrum plássi. B36 er nú eitt stig aftanfyri NSÍ, sum í dag spælir í Fuglafirði. Síðst í farna mánaði varð Glenn Ståhl uppsagdur í Runavík. Talan var um ein skelk í føroyska fótbóltsheiminum, og tað var sannliga ikki væl móttikið í umhvørvinum kring NSÍ og sum skilst í pørtum av leikarahópinum. Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen hava tikið yvir. Í fyrsta dystinum við nýggja venjaratoyminum eydnaðist at vinna 2-1 á Argjum - nú skal ÍF koppast í Fuglafirði. Fuglfirðingar hava ikki vunnið ein dyst síðani tíðliga í juni, og nú eru bæði Jan Ellingsgaard og Filip Djordjevic farnir úr hópinum eftir rok: Liðformaðurin hevur slitið samstarvið við barndómsfelagið, og serbin er settur at venja fyri seg sjálvan. 

[object Object]
NSÍ vann 1-0, seinast liðið var í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

Úrslitið í Klaksvík í gjárkvøldið ger, at KÍ er komið eitt sindur tættari at HB, ið tó framvegis hevur eina rímiliga trygga leiðsu. Víkingur kann gerast ein av størstu snávingarsteinunum í teimum komandi dystunum. Liðið úr Eysturkommunu hevur vunnið seinastu sjey dystirnar - dystirnar eftir at Víkingur tapti 3-1 fyri HB í Sarpugerði. Tó hevur NSÍ hesar dystirnar verið einasta mótstøðuliðið, ið er í topp-fimm. HB hevur verið ógvuliga sannførandi á heimavølli og sum heild í ár, og kann við sigri í dag koma uppum 60 stig og vera í minsta lagi átta stig, og í besta føri 10 stig, frammanfyri nummar tvey. 

Vit dagføra beinleiðis frá dystunum, sum byrja klokkan 15 og eisni honum á Skála. Meira um hann seinni.


24. umfar í Betrideildini
Í dag - Sunnudagin 18/10

15.00: HB - Víkingur
           ÍF - NSÍ

18.00: Skála - AB

Í gjár - Leygardagin 17/10

B36 - TB 2-0 (1-0)
14' Sebastian Pingel 1-0
68' Árni Frederiksberg 2-0

KÍ - EB/Streymur 2-1 (1-0)
18' Jóannes Kalsø Danielsen 1-0
71' Heini Vatnsdal 2-0
86' Arnbjørn Hansen 2-1

 

Støðan í Betri deildini

1. HB (58 stig) 22 dystir
2. KÍ (51 stig) 21 dystir
3. NSÍ (50 stig) 22 dystir
4. B36 (49 stig) 22 dystir
5. Víkingur (44 stig) 22 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 23 dystir
8. TB (15 stig) 23 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir

placeholder
placeholder