Fótbóltur

NSÍ: Glenn kravdi kropsligan venjara knýttan til hópin

Tað vóru krøv um størri professionalismu, sum var orsøkin til, at samstarvið við svenska venjaran slitnaði í hesi vikuni.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-10-02 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Svenski fótbóltsvenjarin, Glenn Ståhl, sum fram til týskvøldið stóð á odda fyri NSÍ, greiðir nú frá hví samstarvið millum hann og NSÍ slitnaði.

Tað ger hann í eini drúgvari dagføring á Facebook.

Fyri fleiri kom tað sera óvæntað, at Glenn Ståhl varð sendur heim, tí úrslitini hjá NSÍ hava verið sera góð, og at liggja nummar trý í føroysku kappingini er heldur ikki so galið, verður mett av føroyskum fótbóltsserfrøðingum.

Men at onkur ósemja var millum venjaran og felagið var tó ikki heilt ókent. Serliga tá tað kundi staðfestast, at hjálparvenjarin hjá Glenn Ståhl, NSÍ- og landsliðslegendan Jens Martin Knudsen, ikki sat á beinkinum til dystinum við Løkin seinasta sunnudag móti Skála.

Vildi geva leikarunum betri venjing
Glenn Ståhl sigur í Facebookdagføring síni, at tað ikki var tí at hann vildi hava meira í løn. Heldur ikki tí at hann hevði brotið seg inn á leiðreglurnar í felagnum.

Men tí at hann hevur sett fram krøv um at geva leikarahópinum betri venjing við at seta ein kropsligan venjara. Hann nevnir Joakim Svedberg, sum Glenn fyri egna rokning hevur verið við til venjingar og tests hjá NSÍ í hesum kappingarárinum.

Sum skilst, so vildi leiðslan í NSÍ ikki eftirlíka hesum kravi.

Sambært Glenn Ståhl er tað neyðugt, um NSÍ ætlar sær fram á leið, at gera meira við hendan partin av venjingini.

- Skal føroyskur fótbóltur yvirhøvur og serliga NSÍ hava nakran møguleika at koma víðari í menningini og góðu úrslitunum í Evropa, so má venjingin vera meira miðvís. Styrkivenjing er ikki alt, men tað er ein ómetaliga týdningarmikil partur, skrivar Glenn Ståhl, og nevnir í hesum sambandi, at hann hevði ætlað sær at gevast í NSÍ við kappingarenda um hesi krøv ikki vóru gingin á møti.

HB og KÍ eru farin við tokinum
- Tokið er við at fara... HB og KÍ eru við í tokinum... við fulltíðar venjarum og starvsfólki og fulltíðar spælarum... hvar er NSÍ og hvørja visjón hava tey, sum taka avgerðirnar í felagnum? Er nøkur visjón og hvussu sær hon út? Vil felagið... ella rættari sagt, hvussu kemur felagið víðari og gerst eitt vinnandi felag?

Hann sigur, at hann eisini kundi sagt søgur um óprofessionalismu og neoptismu (vina- og kenningapolitikk), men vil ikki koma nærri inná hetta í virðing og kærleika fyri fantastiska leikarahópinum, sum hann hevur arbeitt saman við hetta kappingarárið.

- Eg eri ein persónur, sum fer all-in ella all-out, og tá eg kenni at mínar ætlanir um menningina hjá felagnum er nógv størri enn hjá nøkrum av teimum, ið stýra, so er tað betri, at eg fari. Eg havi ongan týdning. NSÍ er ikki mítt felag, tað er felagið hjá limunum.

Avrikslistin
- Eg kom til NSÍ fyri at menna spælið, professionalisera og vinna fótbóltsdystir. Ikki at vera besti vinur við øll. Eg varð settur fyri at gera eitt professionelt arbeiði, men tað gjørdist helst eitt sindur ov professionelt fyri ávís fólk, skrivar Glenn Ståhl og leggur fram sín avrikslista.

- Hægsta miðalstig hjá einum venjara í søgu felagsins, 2,24 pr. dyst
- Lægsta tað av givnum málum nakrantíð eftir 21 dystir, 0,76 pr. dyst
- Fyrsta ferð í søgu felagsins, at liðið kemur víðari til fyrsta umfar í Europa League eftir sigurin á Barry Town United
- 1 stig frá øðrum plássi í FM-kappingini
- Framvegis við í steypakappingini

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder