Jan Ó. Ellingsgaard, sum hetta kappingarárið hevur verið liðskipari hjá ÍF, er ikki longur partur av leikarahópinum.
Bolt.fo skrivar, at óssemja er orsøkin til, at 30 ára gamli liðskiparin hevur takkað fyri seg. Orsøkin er ósemja millum liðskiparan og leiðsluna. Eisini skilst, at illstøða er millum liðskiparan og liðfelagan Filip Djordjevic. Hvørgin teirra var við í seinasta dystinum hjá ÍF.
Eisini Djordjevic er settur av liðnum. Dimma.fo veit at siga, at leikarin hevur fingið boð um at venja fyri seg sjálvan, tí hann ikki verður partur av leikarahópinum hjá ÍF tað, sum eftir er av hesum leikárinum.
Filim Djordjevic í dysti fyri ÍF (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald