Fótbóltur

HB skal til Ísrael í næstu viku

Maccabi Haifa vann samanlagt stórt á Dinamo Tbilisi, og hósdagin tekur meistaraliðið í Ísrael ímóti føroysku greipuvinnarunum í fyrra dystinum í 3. umfari í UEFA Conference League.

Teir í reyðum og svørtum fegnast eftir 2-0 sigurin í Podgorica týskvøldið. Samanlagt vann HB heili 6-0 á FK Buducnost, og sigurin gevur atgongd til 3. umfar í Conference League (Mynd: Aleksander Djorovic/portal.fo)

Teir í reyðum og svørtum fegnast eftir 2-0 sigurin í Podgorica týskvøldið. Samanlagt vann HB heili 6-0 á FK Buducnost, og sigurin gevur atgongd til 3. umfar í Conference League (Mynd: Aleksander Djorovic/portal.fo)

2021-07-30 07:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

13-2. So nógv vunnu HB og Maccabi Haifa samanlagt á ávíkavist Buducnost Podgoricia og Dinamo Tbilisi í 2. umfari í UEFA Europa Conference League, og hósdagin skal HB spæla í Haifa.

Kevin Schindler og lið hansara avgreiddu uppgávuna móti meistarunum úr Montenegro frágerða væl, og nú er ein størri uppgáva í nýggju evropeisku kappingini fyri framman hjá greipuvinnarunum. Áðrenn fyrra dystin í 3. umfari bíðar ein heimadystur í 17. umfari í Betrideildini móti 07 Vestur.

Maccabi Haifa vann í summar meistaraheitið í Ísrael fyri 13. ferð. Eftir at liðið í fyrru hálvu av hesum mánaðinum tapti samanlagt 1-2 fyri meistarum úr Kasakstan í fyrsta undanumfari í Champions League, endaði Maccabi Haifa í Conference League. Har var Dinamo Tbilisi, sum í fjør tapti 6-1 fyri KÍ á Tórsvølli, mótstøðuliðið. Tað endaði 1-2 í Georgia í síðstu viku, og í gjárkvøldið gjørdu ísraelsmenn arbeiðið liðugt á sannførandi hátt. Tað endaði 5-1 - seinastu trý málini komu seinasta korterið.

[object Object]
HB ska helstl aftur spæla í nógvum hita hósdagin - mótstøðulið hesaferð er á pappírinum væl sterkari (Mynd: Aleksander Djorovic/portal.fo)

[object Object]
Teitur Gestsson helt málið reint í báðum dystunum í 2. umfari. Um HB-leikararnir megna at vera stinnir í verjupartinum er møguleikin har móti Haifa (Mynd: Sverri Egholm)

Júst KÍ og Maccabi og Haifa hava eina søgu. Í 1995 hittust táverandi steypavinnararnir í Føroyum og Ísrael. KÍ tapti 4-0 í umleið 40 hitastigum í Haifa, men vikuna eftir vóru umstøðurnar heilt øðrvísi, tá liðini aftur spældu. Tað var vindur og regn á Svangaskarði, tá Olgar Danielsen varð skiftur inn til 2. hálvleiki og skoraði reint hattrikk. Klaksvíkingar vunnu 3-2, og hetta var fyrstu ferð, at nakað føroyskt lið vann ein evropeiskan dyst - á vøllinum.

HB kom tvey ár frammundan víðari eftir 3-0 sigur á skrivaraborðinum - RAF Jelgava úr Lettlandi fekk ikki letn í Vágunum. Í síðstu viku spældi høvuðsstaðrfelagið seg víðari í Evropa fyri aðru ferð. Skjótt skulu teir í reyðum og svørtum royna at taka enn eitt risafet.

Fyrri dysturin millum HB og Haifa verður í Ísrael hósdagin 5. august. Tann seinni verður í Gundadali eina viku seinni - 12. august klokkan 19.45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder