Ein av fimm nýggjum útlendsku spælarunum, sum kom til HB í vetur, er Erik Sorga.
Hann er ikki longur í felagnum.
- HB og Erik Sorga eru komin ásamt um at enda samstarvið vegna persónligar orsøkir. Vit vilja takka Erik fyri tíðina í felagnum og ynskja honum alt tað besta víðari á leiðini.
Soleiðis skrivaði Havnar Bóltfelag á Facebook-síðu í gjárkvøldið.
Talan er ikki um ein avgerð, sum nógvir HB-fjepparar tykjast keddir av.
Erik Sorga hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland. 26-ára gamli áleyparin kom ongantíð veruliga í gongd í HB, har hann er skrásettur fyri átta dystir og einki mál; ei heldur fyri nakað upplegg.
Estin kostaði eisini eitt mál í dystinum móti KÍ, tá hann misti bóltin óneyðuga á miðjum vølli.
HB liggur í løtuni á 5. plássið við 10 stigum fyri átta dystir. Í kvøld klokkan 18.30 spælir liðið við Løkin.
Lurta á FM1 og fylgið við á Portalinum
Sí eisini: Fótbóltsskýlið klokkan 17.15 og NSÍ - HB klokkan 18.30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald