Fótbóltur

HB spældi seg í hálvfinaluna

Bara 1-0 í steðginum í dystinum millum HB og B71.

Michal Przybylski (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Michal Przybylski (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-22 22:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Útsetta fjórðingsfinalan í kappingini um løgmanssteypið millum B71 og HB var í kvøld leikt Inni í Dal á Sandi.

Úrslitið gjørdist ikki óvæntað 5-0, men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki at málini byrjaðu at rapla inn hjá sandoyingum.

Støðan var bara 1-0, tá liðini fóru til hálvleiks, men miðskeiðis í seinna hálvleiki fingu havnarmenn hol á. Málunum tóku Steffan Radosaljevic, Jákup L. Thomsen, Michal Przybylski og Hørður Askham, sum í kvøld var liðskipari, sær av.

Bjarti Vitalis Mørk loysti Teit Matras Gestsson av í málinum hjá HB, og menn sum Daniel Johansen, René Shaki Joensen og Mikkel Dahl komu ikki á vøllin.

Í aðrari hálvfinaluni hittast sostatt HB og NSÍ og hinari Víkingur og B36. Fyrru hálvfinalurnar verða leiktar 20. ella 21. november meðan seinnu verða leiktar 27. ella 28. november.

FInalan um løgmanssteypið verður 4. desember.

B71 - HB 0-5 (0-1)
17’ Steffan Radosaljevic 0-1
64’ Jákup L. Thomsen 0-2
70’ Jákup L. Thomsen 0-3
75’ Michal Przybylski 0-4
77’ Hørður Askham 0-5

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder