Fótbóltur

HB steypavinnari eftir stórt drama

Tað fór heilt til brotsspørk í sera undirhaldandi U21-finaluni í kvøld. Eftir ein stóran innsats frá EB/Streymi var HB tó omaná.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-08-24 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir mongu áskoðarnir á Tórsvølli fingu eina framúrskarandi U-21 finalu í kvøld. HB og EB/Streymur stríddist sera væl í 120 minuttir, og tað skuldi brotssparkskapping til fyri at finna vinnaran. HB vann, og tryggjaði sær harvið Thomas Dam Intersport steypið fyri fjórðu ferð uppá fimm ár 

EB/Streymur var ágangandi frá byrjan og vælleikandi vinstribakkurin, Pól Fláaberg, hevði eina góða roynd beinanvegin, men Mattias Lamhauge vardi fyri. Ístaðin var tað HB, ið legði seg á odda. Havnarmenn vunnu bóltin høgt, og bólturin varð lagdur yvirum til fyrrverandi EB/Streyma leikaran, Niklas T. Kruse, ið kundu seta bóltin í málið.

Felagsliðið svaraði væl aftur og spældi fríksligt. Størsta møguleikan at javna hevði Aksel B. Danielsen, men Mattias bjargaði aftur væl. HB søkti eisini at, og tíggju minuttir fyri hálvleik økti liðformaðurin, Hanus Pauli Danielsen, eftir at bólturin stakk til hann í brotsteiginum.

Tað var sostatt ein niðanbrekka hjá EB/Streymi, men í fyrsta álopinum í 2.hálvleiki minkaði sundalagsmenn um munin. Tað var teknikkarin av Sandoynni við sjey-talinum, Pætur J. Petersen, ið setti eitt beinleiðis fríspark beint uttanfyri brotsteigin hegnisliga í málið. Eitt frípark, ið hann sjálvur tiltuskaði sær.  

Dysturin livdi nú av álvara, og inntensiteturin var høgur eins og leikferðin var høg. EB/Streymur søkti útjavnandi málið, meðan HB hótti hinvegin, og hóast tað ikki vóru so nógvir upplagdir møguleikar, so vóru vandamiklar støður í báðum endum.

HB var á veg móti sigrinum, men so sló Pætur til aftur. Bóltsnilingurin fekk tað ikki heilt at eydnast í 1.hálvleiki, men í 2. var hann framúr, og nú dró hann inn úr høgru. Hann setti teir HB-leikarar av, ið komu ímóti, og úr tjúgu metrum mitt fyri smekkaði hann bóltin í málhornið við vinstra beininum. Eitt frálíkt einmansavrik.

Nú lá dysturin og svingaði, og bæði liðini høvdu góðar møguleikar at avgera dystin. Mongu áskoðarnir livdu av álvara við, serliga teir hjá EB/Streymi, og tað var eitt satt drama, sum útspældi seg undir ljóskastarunum á tjóðarleikvøllinum.  

Og tað helt bara á í longdu leiktíðini. HB kom væl út, og eftir gott innlegg frá Tórmóði P. Djurhuus úr vinstru til aftasta øki, stútaði Heri Hjalt Mohr bóltin flott í málið til 3-2. Hetta knekkaði tó ikki EB/Streym. Fyrst blokeraði innskifti Regin í Geil Jacobsen royndini hjá Akseli Danielsen til horna, og uppá hornasparkið frá Pæturi úr høgru stútaði vælleikandi liðskiparin, Tóki H. Johannesen, við aftaru stong bóltin í netið til javnleik. EB/Streymur var nær við at leggja seg á odda eftir frálíkt spæl av Pætur, og hegnisligari avslutning frá Akseli, men Mattias var aftur fyri.

Í seinna hálvleiki av longdu leiktíðini merktist møðin; serliga á leikarunum hjá EB/Streymi. HB var nærri við at avgera dystirn; fyrst við góðum frísparki frá Tórmóði og síðani langskoti frá innskifta Sveini Lava Olsen, ið rakti yvirleggjaran.

Í brotssparkskappingini var HB omaná eftir at eyka brotsspørk skuldu til.



Finalan um Thomas Dam Intersport steypið

U21 Dreingir

Fríggjakvøldið 24.08.2018 á Tórsvølli

HB – EB/Streymur  3-3 eftir longda leiktíð – eftir 90.min: 2-2(2-0)

1-0 6.min: Niklas T.Kruse
2-0 36.min: Hanus Pauli Danielen
2-1 47.min: Pætur J. Petersen
2-2 79.min: Pætur J. Petersen
3-2 92.min: Heri Hjalt Mohr
3-3 96.min: Tóki H. Johannesen

Brotssparkskapping:

3-4: Tóki H. Johannesen skorar
Rói Zachariassen bjargar royndini frá Sìmuni Sòlheim
3-5 Mikkjal Hellisá skorar
4-5 Hjalti K. Djurhuus skorar
Mattias Lamhauge bjargar royndini frá Pæturi J. Petersen
5-5  Sveinur Lava Olsen skorar
5-6 Aksel Bjartalíð Danielsen skorar
6-6 Pætur Ejdesgaard skorar
6-7 Fríði Kruse Johansen skorar

7-7 Heri Hjalt Mohr skorar
Mattias Lamhauge bjargar royndini frá Pól Fláaberg
8-7 Gilli Róason skorar

HB(4-3-3): Mattias Lamhauge – Tórmóður P. Djurhuss, Pætur Ejdesgaard(`94 Regin í Geil Jacobsen), Bjarni Brimnes, Tórur F. Joensen – Hjalti K. Djurhuus, Hanus Pauli Danielsen(L) (` 69 Sveinur Lava Olsen), Símun Sólheim – Heri Hjalt Mohr, Villiam Emil Klein(`94 Gilli Róason) , Niklas T. Kruse

Venjarar: Eilif Petersen og Oddbjørn Joensen

EB/Streymur(4-2-3-1): Rói Zachariassen – Jan á Høgaryggi, Rói H. Olsen(45` Silas Ejdesgaard), Jákup Dahl-Olsen(90`Óli Egilstrøð Magnussen), Pól E. Fláaberg -  Rani Joensen(45` Gutti Dahl-Olsen), Mikkjal Hellisá – Fríði Kruse Johansen *, Tóki H. Johannesen, Pætur J. Petersen – Aksel B. Danielsen

* Áron Johannesen var á vøllinum fyri Fríða eina løtu, eftir at Fríði hevði meitt seg.

Venjari: Eliesar J. Olsen
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder