Orsakað av manglandi arbeiðsloyvi var hann ikki at síggja á vøllinum fyri HB fyrr enn í 8. umfari móti B36, men nú er tað ein skaði sum ger, at tað gongur ein løta, áðrenn Emmanuel Duah aftur verður at síggja í dysti.
HB skrivar á heimasíðuni, at Emmanuel í seinna hálvleiki fekk eina heldur óhepna takkling, sum gjørdi, at hann mátti skiftast út.
- Hóast hann var aftur á vøllinum í nakrar minuttir í síðstu viku, merkti hann enn nakað til skaðan. Og vit mugu tíverri staðfesta, at talan er um eitt brot á skinnabeinið, og tí verður hann ikki tøkur komandi vikurnar. Fyrsta metingin er, at hann verður aftur á venjingarvøllinum fyrst í august mánað, skrivar hb.fo.
(Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur og HB liggja á einum deildum fyrsta plássi í Betri deildini við 30 stigum eftir 11 dystir. KÍ er í hølunum á teimum við 27 stigum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald