Fótbóltur

HB vann trygt 2-0

Havnarmenn vístu onga náði fyri fuglfirðingum, sum eru á niðurflytingarkós.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-15 19:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ikki óvæntað gjørdist tað til ein sigur hjá HB, sum í kvøld var á vitjan hjá fuglfirðingum, sum liggja á næstaftasta plássi í Betri deildini hjá monnum. Havnarmenn vunnu 2-0, og alt bendir á, at ÍF má tungu leiðina niður í næstbestu deildina.

HB leyp á frá byrjan, og skoraðu bæði málini í fyrra hálvleiki. Tað vóru Stefan Radosaljevic í sjeynda minutti og Adrian Rúnason Justinussen í 31. minutti, sum tóku sær av málunum.

Eftir steðgin vóru HB’ararnir ikki líka svangir, og ÍF fekk eitt sindur av plássi. Fuglfirðingar megnaðu tó ongantíð at blíva farligir.

ÍF við 13 stigum hevur ein botndyst eftir. Tað er ímóti TB, men seks stig eru upp til B68 og EB/Streym, sum liggja beint omanfyri niðurflytingarstrikuna við 19 stigum.

HB liggur á triðja plássið við 40 stigum, og sjey stig eru upp til Víking á øðrum plássi.

Støðan í Betri deildini hjá monnum

1. KÍ 59 stig (21 dystir)
2. Víkingur 47 stig (21 dystir)
3. HB 40 stig (20 dystir)
4. B36 36 stig (21 dystir)
5. NSÍ 32 stig (22 dystir)
6. 07 Vestur 22 stig (21 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (20 dystir)
8. B68 19 stig (21 dystir)
9. ÍF 13 stig (21 dystir)
10. TB 3 stig (20 dystir)

23. umfar, sunnudagin 19. september

B36 - ÍF (14:00)
NSÍ - TB (15:00)
KÍ - 07 Vestur (15:00)
Víkingur - B68 (15:00)
HB - EB/Streymur (17:00)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder