2022-10-21 10:36
Dalibor Savic hevur longt sáttmálan til og við kappingarlok 2024, og heldur sostatt fram sum høvuðsvenjari á besta mansliðnum hjá HB.
Tað skrivar felagið á heimasíðuni.
Avtala er eisini gjørd við Petter Skogsletten, fysiskan venjara, um at hann somuleiðis heldur fram komandi tvey árini.
- Vit fegnast um at Dali og Petter hava játtað at halda fram, og fyrireikingarnar til kappingarárið 2023 eru longu byrjaðar, sigur HB.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald