Fótbóltur

Heidi Sevdal gjørdist søgulig sunnudagin

Sigursmálið móti Litava ger, at Heidi nú hevur 28 A-landsliðsmál og harvið hevur metið.

35-ára gamla Heidi Sevdal úr NSÍ er nú skrásett fyri 90 A-landsdystir og 28 mál fyri Føroyar (Savnsmynd: FSF/Bjarni Enghamar)

35-ára gamla Heidi Sevdal úr NSÍ er nú skrásett fyri 90 A-landsdystir og 28 mál fyri Føroyar (Savnsmynd: FSF/Bjarni Enghamar)

2024-10-28 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hon tryggjaði Føroyum sigurin - og harvið bronsu í Baltic Cup - við sínum máli til 2-1 beint fyri steðgin í gjáramorgunin. Samstundis setti Heidi Sevdal málmet á føroyska A-landsliðnum hjá kvinnum, og er hon samstundis mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum yvirhøvur.

Sí eisini: Settu Litava til viks

[object Object]
Heidi Sevdal og Ásla Johannesen, málskjúttarnir í sigrinum hjá Føroyum í gjár (Mynd: FSF/Brynhild Absalonsen)

Í sínum landsdysti nummar 90 fór 35-ára gamla runavíkskvinnan framvið Rannvu Biskopstø Andreasen. Rannvá skoraði heili 27 landsliðsmál í 55 skrásettum A-landsdystum.  Harvið er miðaltalið hjá klaksvíkskvinnuni tað betri. 

Heidi Sevdal hevur tó gjørt bart í ár, við millum annað máli móti Montenegro eisini og eigur nú metið við 28 málum.

Hetta var møguliga seinasti A-landsdystur hjá úrmælinginum, sum hevur spælt á A-landsliðnum í nærum 18 ár. Heidi Sevdal skoraði í ár 33 landskappingarmál fyri barndómsfelagið NSÍ, sum hon vann greipuna við.

Sí eisini: Heidi Sevdal skoraði 33 landskappingarmál annað árið á rað


FSF skrivar soleiðis um metið á heimasíðu sínari:

Við sigursmálinum ímóti Litava sunnudagin gjørdist Heidi Sevdal samstundis mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum

Ein sigur og eitt tap gjørdist úrtøkan hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum, sum farnu dagarnar hevur tikið lut í Baltic Cup 2024, sum hevur verið í Riga í Lettlandi.

Í fyrra dystinum í kappingini taptu Føroyar 2-1 fyri vertstjóðini, meðan seinni dysturin, sum var ímóti Litava, og har bronsan í Baltic Cup stóð upp á spæl, endaði við 2-1 sigri til Føroyar.

Ásla Johannesen skoraði til 1-0 tá eitt stórt korter var spælt, og beint fyri steðgin legði Heidi Sevdal Føroyar á odda 2-1.

Og samstundis sum málið hjá Heidi skuldi vísa seg at gerast sigursmálið ímóti litavum, var hetta hennara mál nummar 28 á A-landsliðnum, og tað ger hana til mest skorandi A-landsliðsspælari hjá Føroyum. Nummar tvey á listanum er Rannvá Biskopstø Andreasen, ið skoraði 27 mál í 55 A-landsdystum.

Heidi Sevdal fekk sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum tann 18. november í 2006, tá Føroyar møttu Wales í EM-undankappingardysti á Mladest Stadion í Makedónia. Tvey ár seinni, í oktober í 2008 fekk framherjin úr NSÍ sítt fyrsta landsliðsmál, og síðani tá hevur hon skorað tilsamans 28 mál í 90 A-landsdystum fyri Føroyar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder