Fótbóltur

Heidi Sevdal spælir landsdyst nummar hundrað

Er í byrjanaruppstillingini til Føroyar - Grikkaland, sum byrjar klokkan 17, og sum FM1 sigur frá. Harvið gerst metmálskjúttin uppaftur meira søgulig.

Savnsmynd

Savnsmynd

2026-04-14 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heidi Sevdal verður í kvøld tann fyrsta, sum kemur upp á eitt trýsiffrað tal av landsdystum.

37-ára gamli áleyparin hevur spælt 99 dystir undan HM-undankappingardystinum móti Grikkalandi á Tórsvølli. Eingin hevur 100 A-landsdystir fyri Føroyar.

Nú uppstillingin er komin, er greitt, at Heidi Sevdal fer at spæla søguligan dyst: 



[object Object]Føroyska liðið í kvøld (Mynd:FSF)

Sí eisini: - Serstakt við dysti nummar 100 hjá Heidi Sevdal

FM1 sigur frá dystinum  - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. HM-undankappingardysturin byrjar klokkan 17.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder