Fótbóltur

Heiðra tey bestu í fótbóltinum leygardagin

Leygardagin 8. november kl 15 skipa FM1 og Portalurin fyri ársins spælaratiltakinum 2025 á Hotel Hilton Garden Inn.

Fríggjakvøldið lyfti KÍ løgmanssteypið. Leygardagin 8. november verður punktum sett fyri kappingarárið, tá ársins spælaratiltak verður

Fríggjakvøldið lyfti KÍ løgmanssteypið. Leygardagin 8. november verður punktum sett fyri kappingarárið, tá ársins spælaratiltak verður

2025-11-03 19:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bestu fótbóltsspælarar í Føroyum skulu leygardagin 8. november klokkan 15 heiðrast á ársins spælaratiltaki, sum FM1 og Portalurin skipa fyri á Hotel Hilton Garden Inn.

Heimligu kappingarnar eru av. Føroyameistararnir eru funnir hjá kvinnum og monnum og tað eru steypavinnararnir eisini. Nú er tíð til at gera upp og heiðra teimum bestu.

Fleiri enn 20 heiðurslønir verða latnar.

Tiltakið verður sent beinleiðis á FM1 og á Portalinum verður livebloggur har fylgt verður við heiðurshandanini og myndir koma út so hvørt.

Heiðrarnir, sum verða latnir, eru ársins áleypari, miðvallari, verjuspælari, málverji, dómari, venjari, venjari 1. deild, gullskógvurin, ársins lið, Fair Play steypið, miðlari, ársins ungi spælari og ikki minst ársins spælari.

Tað eru venjarar, spælarar og miðlafólk, sum atkvøða um, hvør skal kjósast í hesum ymsu bólkunum.

Nøkur feløg hava ársveitslu leygarkvøldið, og hetta er tískil eitt frálíkt høvi at byrja dagin og veitsluna við.

Lurta á FM1 og fylg við livebloggi við teksti og myndum á Portalinum. Leygardagin 8. november kl. 15.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder