2019-02-28 11:20
Vága kommuna skipaði í gjár fyri móttøku fyri Saritu K. Hansen, sum er nýggjur heimsmeistari í inniróðri.
Sarita hevur júst verið í Long Beach í Kalifornia, USA, har hon kappaðist í lættvekstbólkinum 27-35 ár á 500 metrum og 2000 metrum. Tað var í 2000 metrum, at Sarita gjørdist heimsmeistari, meðan hon gjørdist nummar tvey á 500 metrum.
Nógv fólk vóru til móttøkuna, og myndir síggjast á JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald