Fótbóltur

Heilsufótbóltsdagurin verður fríggjadagin

Undir heitinum "Át og Njótilsi" skipar Fótbóltssambandið fyri sínum fyrsta heilsufótbóltsdegi.

2019-05-11 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Falskir sannleikar verða avdúkaðir, og kúgandi ónda kurringrásin verður steðgað við harðari hond.

Soleiðis sigur Snorri Patursson, kostfrøðingur, um fyrilesturin, ið hann fer at hava heilsufótbóltsdagin, ið verður fríggjadagin 17. mai 2019 á Tórsvølli. Umframt fyrilestrinum hjá Snorra Patursson verður fyrilestur um skaðafyribyrgjandi venjing. Dagurin byrjar við møguleika at fáa heilsukanning og síðani einari fótbóltskapping millum tey, ið spæla heilsufótbólt kring landið.

Hetta er fyrsti heilsufótbóltsdagurin, ið Fótbóltssamband Føroya skipar fyri. FSF boðar frá, at endamálið við degnum er at varpa enn meira ljós á heilsufótbóltin kring landið. Hetta er samstundis eitt tiltak fyri øll tey, ið íðka heilsufótbólt  Føroyum. Kring landið eru fleiri og fleiri feløg farin í gongd við heilsfótbólt sum fastan part av vikuliga skemanum. 

Fótbóltssambandið skrivar, at fleiri viðurkendar kanningar eru gjørdar í samband við heilsufótbólt, og úrslitini eru heilt greið. Íðkararnir fáa meira orku, betri javnvág, sterkari vøddar, lægri blóðtrýst, tapa seg nøkur kilo, og beinagrindin verður sterkari.

Skráin fyri heilsufótbóltsdagin er hendan:

12:00 – 13:00 Møguleiki at gera heilsukanning
13:00 – 14:30 Fótbóltskapping
15:00 – 17:00 Fyrilestrar

Til ber at melda seg á heimasíðuni hjá FSF.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder