Hondbóltur

Heimadystirnir skulu spæla uttanlands

Avgerð er nú tikin um at heimasdystirnir hjá føroyska a-landsliðinum hjá monnum skulu spæla uttanlands.

Mynd: HSF.fo

Mynd: HSF.fo

2018-08-20 11:53 Author image
Ari av Rana
placeholder

A-landsliðið hjá monnum sleppur ikki at spæla sína heimadystir í Føroyum í hesum umfarinum. Tað boðar hondbóltssambandið frá á heimasíðu síni í dag.

Hondbóltssamband Føroya  hevur fingið skriv frá evropeiska hondbóltssambandinum EHF, har víst verður á, at Marghøllin í Vági verður heldur ikki góðkend til landsdystirnar, sum skulu spælast í hesari undankappingini.

HSF søkti um undantaksloyvi at brúka Høllina á Hálsi, Badmintonhøllina í Klaksvík og Marghøllina í Vági. Fyrst komu boð frá EHF um, at Høllin á Hálsi og Badmintonhøllin í Klaksvík fingu ikki undantaksloyvi. EHF vildi kortini vita meira um Marghøllina.

Nú hevur EHF endaliga staðfest, at Vágur kann heldur ikki verða karmur um manslandsdystirnar. Orsøkin er millum annað, at tíðin er ov knøpp til fyrsta heimadystin í oktober, og EHF ivast í, um Marghøllini verður klár til ta tíð. Eisini verður víst á, at hotelviðurskiftini eru ikki nøktandi, samstundis sum tað er ov langt frá flogvøllinum til Vágs.

Hondbóltssamband Føroya hevur tikið avgerð um, at heimadystirnir hjá Føroyum verða spældir í Danmark. Fleiri føroyingar búgva í Danmark, og rutunetið millum Føroyum og Danmark er gott, so vónandi verða nógvir áskoðarar hóast alt.

Fyrsti heimadysturin er ímóti Danmark, og hann verður spældur í Skjern Bank Arena leygardagin 27. oktober klokkan 16.10.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder