5. og 6. august skipar Hondbóltssambandið fyri hondbóltsskúla í hallunum í Havn. Talan er er um hondbóltsskúla við heilt serligum gestum. Leikarar á føroyska manslandsliðnum koma at luttaka, og tað gera leikarar úr danska felagnum Bjerringbro-Silkeborg, vanliga nevnt BSV, eisini.
Við BSV leika millum annað føroyingurin Jóhan á Plógv Hansen, tveir aðrir heimsmeistar, Nikolaj Markussen og Nicolaj Øris, og tvífaldu evropameistararnir og royndu strikuleikararnir, Micheal V. Knudsen og Jesper Nøddesbo. Knudsen var saman við Jóhan á Plógv í Føroyum fyri stuttum og hevði JPH Camp í Høllini á Hálsi.
Nú fáa fleiri børn og ung møguleikan at fáa venjing frá kendum leikarum her heima og í Danmark. Hondbóltsskúlin er fyri aldursbólkarnar U10-U16. Hondbóltssambandið boðar frá, at tilmeldingin fer fram á hsf.fo, og at hon opnar í morgin.
Vit frætta eisini frá HSF, at dagin eftir venjingarnar verður forkunnugur dystur leiktur míllum føroyska landsliðið og BSV.
Hondbóltur
Heimsmeistarar luttaka á hondbóltsskúla í Havn
Saman við føroyskum landsliðsleikarum fara BSV-leikarar at vera venjarar á hondbóltsskúla, ið HSF skipar fyri um ein mánaða. Eisini verður dystur millum liðini.
Jóhan á Plógv Hansen kemur saman við sínum liðfeløgunum í BSV og føroysku landsliðsleikarunum at vera venjarar á hondbóltsskúla í Havn
2019-07-08 11:01
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald