Annað

Heimsmeistarar spæla bridge í Havn

Tórshavnar Bridgefestivalur verður hildin í Dansifrøi í Havn fríggjadagin og leygardagin.

Íslendski Aðalstein Jørgensen, ið fyrr hevur vunnið heimsmeistaraheitið

Íslendski Aðalstein Jørgensen, ið fyrr hevur vunnið heimsmeistaraheitið

2023-03-23 08:18 Author image
Innsent
placeholder

Fríggjadagin og leygardagin 24. og 25. mars verður Tórshavnar Bridgefestival aftur hildin í Havn.

120 bridgespælarar fara at seta seg við bridgeborðini í Dansifrøi at spæla í bridgekappingini Tórshavn Bridgefestival. Av teimum eru omanfyri helmingurin útlendskir spælarar, teirra millum fleiri heimsmeistarar.

Eitt nú er hin blaðunga Kaja Brekke úr Noregi við, hon er nýkosin heimsmeistari í Bridge fyri U26.

[object Object]
Kaja Brekke

Íslendingar hava tikið væl undir við kappingini frá fyrsta degi, og stívliga 30 íslendskir spælarar koma, teirra millum legendan Aðalsteinn Jørgensen, sum var við at vinna HM við Íslandi á sinni. Úr Íslandi kemur eisini Sveinn Rúnar Eiriksson, ið er yrkisbridgespælari, og sum fyrr í ár gjørdist amerikanskur meistari, hann skal spæla saman við Heðini Mouritsen, sum er ein av fremstu føroysku bridgespælarunum.

Bogi Simonsen, sum telist millum stinnastu spælararnir í Føroyum, hevur vunnið allar festivalarnar higartil. Einaferð við norska Nils Kvangraven og tvær ferðir við íslendska Bjarna Hólmari Einarssyni.

Í ár spælir Bogi aftur saman við Bjarna og lítið er at taka seg aftur í, at teir báðir teljast millum favorittarnar. Men umframt heimsmeistarar og amerikanskar meistarar, so eru fleiri sum fara at bjóða Boga og Bjarna av. 

Úr Danmark kemur Mathias Bruun, sum er mest vinnandi danski spælarin seinastu mongu árini, hann skal spæla saman við Arna Mikkelsen, teir fara helst at roynast drúgvir.

At kalla allir teir bestu føroysku spælararnir eru við í kappingini, eitt nú Símun Lassaberg og Pól E. Egholm, og Árni M. Dam og Dánjal Pauli Mohr, sum hava staðið seg væl í ár, og eisini munnu fara at vera frammarlaga tá ið gjørt verður upp leygardagin.

Í fjør var kappingin so jøvn, at bara tvey stikk av teimum oman fyri 1.100 stikkunum, sum vóru at taka í kappingini, avgjørdu hvør sum fekk fyrsta annað og triðja plássið.

Hetta er fjórða árið at skipað verður fyri Tórshavnar Bridgefestivali. Fyrsta árið var í 2019, og undirtøkan hevur verið sera góð øll árini. Føroya Bridgesamband skipar fyri kappingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder