Næstan beint eftir at føroyingarnir vóru farnir av vøllinum, vónbrotnir eftir tepra tapið fyri Ukraina, gjørdist veruliga týðiligt hvat flestu áskoðarnir í Royal Arena vóru komnir fyri at síggja. Teir fagnaðu føroyingum eftir hvørt mál og av álvara eftir seianast bríksl, men tá donsku leikararnir komu út til sína upphiting var eitt veruligt brøl. Fagnaðurin var serliga stórur, tá Mikkel Hansen sum tann seinasti trein inn á vøllin í Royal Arena: Heimsins besti leikari hevur eina heilt serliga støðu.
Danmark tapti sera óvæntað í Montenegro mikukvøldið, og tí var uppreisn á dagsskránni hjá dønum í kvøld. Hetta var fyrsti heimadystur síðan HM-sigurin á heimavølli í januar, og donsku leikararnir vórðu eisini fagnaðir sum heimsmeistarar undan dystinum, har m.a. eitt serligt video frá endaspælinum varð víst á stórkíggjanum.
Heimaliðið spældi sum ein heimsmeistari fyrstu stóru 20 minuttirnar. Ferð og góðska var á álopinum og kynisma í skotunum. Í verjupartinum fekk Danmark nógv betri fatur á enn í Podgorcia mikukvøldið, og Nikas Landin pilkaði fleiri ferðir teir á útiliðnum. Málverjin hjá Montenegro hevði nakrar stórbjargingar seinastu løtuna av hálvleikinum, har liðið fekk minkað um munin og skapt nakað av spenning í dystin.
Danmark kom tó sterkt út til 2. hálvleik og uppbygdi sær skjótt eina leiðslu, ið lá um 6-7 mál leingi. Heimaliðið spældi sera góðan hondbólt, og tað var frálíkur stemningur í høllini, har aldan gekk runt.
Føroyingurin á danska liðnum fekk átta minuttir. Tá Jóhan á Plógv Hansn kom inn saman við Jannik Green, var munurin átta mál. Hesa seinastu løtuna var av álvara veistla í høllini, og Jóhan fekk eitt mál, tá hann var púra tryggur uppá sín kontramøguleika, ið Green gav honum.
Tað kann skjótt staðfestast, at tann leikarin ið Jóhan á Plógv Hansen er aftanfyri í kappingini um plássið á høgra vongi, framvegis er í heimsflokki. Um Lasse Svan ikki er tann allarbesti á sínum plássi í heiminum, so er hann í øllum førum ikki langt frá. 35-ára gamli leikarin úr Flensburg-Handewitt skoraði fleiri framúr mál, og gjørdist danskur toppskjútti hjá Danmark .
Danmark kom aftur á sigurskós, og hevur saman við Ukreina seks stig.
EM-undankappingin, bólkur 8
4. umfar - Royal Arena, Keypmannahavn
Danmark - Montenegro 37-26 (14-11)
Dystargongdin
10.min: 6-2
15.min: 8-4
20.min: 12-6
25.min: 13-8
35.min: 17-12
40.min: 20-14
45.min: 23-17
50.min: 27-20
55.min: 32-22
Danska liðið frá byrjan: Niklas Landin - Lasse Svan, Mads Mensah, Morten Olsen (Henrik Mølgaard í verjuni), Anders Zachariassen, Mikkel Hansen, Magnus Landin (Mikkel og Landin býttu um pláss í verjustøðu)
Simon Hald var eisini nógv inni á strikuni, og 23-ára gamli Jacob Holm var á høgra bakki frá byrjan av í 2. hálvleiki og gjørdi veruliga bart.
Málskjúttarnir hjá Danmark:
Lasse Svan 8
Anders Zachariassen 8
Mikkel Hansen 6 (4)
Jacob Holm 5
Magnus Landin 3
Simon Hald 2
Mads Mensah 2
Henrik Toft Hansen 1
Jóhan á Plógv Hansen 1
Emil Jakobsen 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald