Annað

Heimsmeistarnir eyðmýktir

Týskaland tapti 2-0 fyri Suður Korea, og er uppiborið úti av HM.

Thomas Muller, ið hevur skotið tíggju mál seinastu tvey endaspølini, er vónbrotin, meðan suðurkoreanarar fegnast. Einki mál hesaferð til Bayern Munchen-leikaran, ið byrjaði á bonkinum til hendan dystin
(Mynd: EPA)

Thomas Muller, ið hevur skotið tíggju mál seinastu tvey endaspølini, er vónbrotin, meðan suðurkoreanarar fegnast. Einki mál hesaferð til Bayern Munchen-leikaran, ið byrjaði á bonkinum til hendan dystin (Mynd: EPA)

2018-06-27 17:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðmýkjandi, pínligt, tað størsta yviraskilsi higartil í HM. Tað eru nógvir mátar, at lýsa tað sum hendi í Kazan fyri løtu síðani uppá. Men niðurstøðan er, at Týskland ikki megnaði at greiða sína skyldu, og enntá gav Suður Korea tvey mál í yvirtíðini. Hetta hevur við sær, at heimsmeistarnir eru lidnir í Russlandi.

Hetta er triðja HM-endaspælið á rað, at liðið sum verjir heitið er úti aftaná bólkaspælið. Hetta er fyrstu ferð, at Týskland ikki kemur víðari úr einum bólkaspælið í HM.

Heimsmeistarnir skuldu bara vinna á Suður Korea í Kazan, so var liðið víðari. Um Svøríki ikki megnaði at vinna á Mekskio, so var javnleikur nóg mikið.

Joachim Low hevði aftur gjørt broytingar á týska liðnum. Mesut Ozil, Sami Khedira og Mats Hummels vóru til dømis komnir innaftur á liðið. Thomas Muller varð settur á bonkin, og Jerome Boateng hevði leikbann.

Týkland hevði bóltin væl meira allan dystin, men tað gekk heldur striltið at skapa opnar málmøguleikar. Suður Korea, ið bert hevði minimalan møguleika at koma víðari, strídduit og vardi sera væl og gjørdi tað sera trupult fyri Týskland.  
Har manglaði simpulten ov nógv hjá Týsklandi; tempo, vilji tær røttu avgerðirnar á seinasta triðinginum. Tað var skelkandi, at síggja liðið sum vanliga er so vælskipað, motiverað, kyniskt og spælur á høgum støði, verða samanlagt so vánaligt. 

Suður Korea hótti ofta uppá umstillingar, og týskar gjørdu eisini nóg mikið av feilum til at gera tað vandamikið. Men Son og co. manglaðu í fleiri støðum neyvleikan.

Sum dysturn leið, so gjørdist greitt, at Týskland hevði veruliga tørv á at skora, og tað var bert tað eina málið, sum tørvur var á. Hóast Týskland kom nakað nærri ímóti endanum, og innskifti Thomas Muller eisini gjørdi mun, so var tað Suður Korea, ið sló til í longu yvirtíðini. Asiatiska liðið vann sær eitt hornaspark, Toni Kroos rakti bóltin sera skeivt, og so kundi Kim Young-Gwon ótarnaður seta bóltin í málið. Fyrst var málið kolldømt vegna rangstøðu, men eftir at dómarin nýtti VAR, var niðurstøðan tann, at tað ikki kundi vera rangstøða, tí bólturin kom frá Kroos. Hetjan frá Svøríki-dystinum hevði harvið hesaferð avgerandi fót í skeiva endanum.

Týskland hevði nú seks minuttir at skora tvey mál uppá, men ístaðin gjørdist ilt verri. Av einari ella aðrari orsøk gekk Manuel Neuer og mól mitt á hálvuni hjá Suður Korea, ið vann bóltin, og Son varð sendur avstað. Tottenham-leikarin hevði eina heila hálvu at renna næstan einsamallur á, og hann kundi rulla bóltin í tóma málið, og so var ein bunki av suður-koreanarum niðri í horninum og fagnaði Son. Harvið fingu suðurkoreanarar løn fyri stríðið, og teir skulu eisini hava rós fyri at hava koppa heimsmeistarunum.

Hjá Týsklandi var eingin rómur, men heldur ein skelkur. Úti eftir tveir dystir og aftastí bólkinum. Og hyggur man eftir avrkinum og hvusu Meksiko og Svøríki hava avrikað, so er tað uppá sítt pláss. Tað var snøgt sagt ikki gott nokk hjá liðinum hjá Low, ið hesaferð ikki skoraði til seinast.

Suður Korea - Týskland 2-0(0-0)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder