Annað

Heimsmetið hjá Oddvá viðurkent

Í januar luttók Oddvá Sedea Nattestad í svimjikapping í Íslandi, har hon svam seg til eitt heimsmet, og metið er nú viðirkent.

2025-03-14 14:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tá Oddvá Sedea Nattestad í januar luttók í svimjikapping í Íslandi, RIG, var ein av tíðum hennara somikið góð, at talan var um heimsmet. Tað er ein tilgongd at fáa heimsmet viðurkend, men nú er hetta komið uppá pláss, og metið stendur í metlistanum hjá Virtus Sport.

Metið sum Oddvá tók var í 100m bringu á langgeil, har hon svam tíðina 1.28:47
Oddvá varð kosin besti kvinnuligi parasvimjari í kappingini.

Oddvá er 18 ár, og hevur svomið síðani hon var fimm ára gomul. Hon venur á 1. liði hjá Havnar Svimjifelag, og gongur á Skapandi fyrireikingarbreyt á Glasi. Oddvá venur níggju ferðir um vikuna, so svimjingin er ein stórur og týdningarmikil partur av lívi hennara. Hon er í bólkinum II3, sum er fyri vælfungerandi fólk í autismuspektrinum.

Í august í ár skal Oddvá luttaka í Virtus World Swimming Championships 2025, sum verður í Bangkok, Teilandi.

Parasport Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder