Fótbóltur

Heini og Jógvan nýggir altjóða dómarar

Havnarmenninir eru nú góðkendir sum ávíkavist FIFA-dómari og hjálpardómari, so at Føroyar nú aftur hava nú tveir FIFA dómarar og fýra altjóða hjálpardómarar.

26-ára gamli Heini Ziskason Viðoy (t.v.) hevur dømt átta dystir í Betrideildini hjá monnum. Jógvan Breckmann hevur verið hjálpardómari í fremstu røð í fimm ár (Mynd: fsf.fo)

26-ára gamli Heini Ziskason Viðoy (t.v.) hevur dømt átta dystir í Betrideildini hjá monnum. Jógvan Breckmann hevur verið hjálpardómari í fremstu røð í fimm ár (Mynd: fsf.fo)

2023-12-18 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar hava nú aftur tveir FIFA dómarar og fýra altjóða hjálpardómarar. Hetta staðfestir heimasíðan hjá Fótbóltssambandi Føroya í dag.

Fyrr í ár gavst Kári á Høvdanum sum FIFA-dómari. Nú hevur Heini Ziskason Viðoy tikið yvir.

- Hetta vóru sera góð boð at fáa, og eg gleði meg til tær avbjóðingar, ið nú standa fyri framman, sigur Heini Ziskason Viðoy við fsf.fo

[object Object]
Heini Viðoy í miðjuni til ungdómsfinalu fyri nøkrum árum síðani. Hann hevur ikki nógvar royndir á hægsta stigi í Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

26 ára gamli Heini Ziskason Viðoy fekk í síðstu viku boðini um, at hann er góðkendur FIFA dómara. Heini hevur virkað sum dómari síðani 2016, og í fjør dømdi hann sínar fyrstu dystir í fremstu deildini hjá monnum. Samanlagt hevur Heini Viðoy dømt átta dystir í Betrideildini hjá monnum.

Fótbóltssamband Føroya skrivar, at eisini Jógvan Breckmann hevur staðið royndina og nú kann kalla seg altjóða hjálpardómari. Jógvan Breckmann er 32 ár, og hevur verið partur av føroyskari fótbóltsdøming seinastu 14 árini, har av fimm ár sum hjálpardómari í bestu mansdeildini.

Heini Ziskason Viðoy legst afturat Jóhan Hendrik Ellefsen sum føroyskur FIFA-dómari. Altjóða hjálpardómarar eru nú Dan Højgaard, Jan Hermansen, Jørleif Djurhuus og Jógvan Breckmann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder