2025-07-08 16:23

24. juni hevði Kyndil eykaaðalfund. Høvuðsendamálið var at manna nevndina av nýggjum.
Maibritt Johannessen, ið hevur verið forkvinna seinastu árini, takkaði fyri seg eftir nógv ár í nevndini.
Somuleiðis takkaðu Jan Laursen og Jensia Højgaard Kjærbæk fyri seg sum nevndarlimir.
Fýra nýggj fólk komu í nevndina - øll eru vælkend í felagnum: Heini Poulsen Hellisdal, Tomma Petersen, Ragnhild á Plógv og Andrias Sólsker.
Nevndin hevur skipað seg, og tað er við Heina Poulsen Hellisdal sum formanni. Hann hevur millum annað verið nógv virkin í B36 eisini.
Nýggja nevndin hjá Kyndli:
Formaður: Heini Poulsen Hellisdal
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/08/gallery-thumbnail/1751977998wnwm1qbcya.webp)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/27/gallery-thumbnail/1751064585xoymzyp3v9.webp)
Niklas Gaard hevði eitt framúr U21 HM. Høgi vongurin vendir nú aftur til Kyndil, har hann spældi síni fyrstu ungdómsár (Mynd: Sverri Egholm)
Menninir skulu royna at verja FM-heitið. Onkur er givin, ella á veg at gevast, og helst fara yngri spælarar at síggjast í uppaftur størri mun í ár. Ein av U21-hetjunum, Niklas Gaard, verður ein teirra. Høgri vongurin spældi síni fyrstu ár í Kyndli, men hevur síðani verið í Danmark og í Noreg - nú skal hann aftur skjóta mál fyri Kyndil.
Sophus Dal-Christiansen hevur takkað fyri seg, og sum skilst verður spennandi útlendskur venjari kunngjørdur til kvinnulið Kyndils skjótt.
Liðið endurvann steypakappingina og vann alt fram til FM-finalurnar, men talan gjørdist ikki um eina greipu afturat. Nakað av rumbli var kring liðið upp til og undir finalurøðina.
Formaður: Heini Poulsen Hellisdal
Næstforkvinna: Tomma Petersen
Kassameistari: Eyðun Mortensen
Skrivari: Ragnhild á Plógv
Nevndarlimir: Salua Manai, Jan Otto S. Holm, Lars Black og Andrias Sólsker
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/07/08/gallery-thumbnail/1751977998wnwm1qbcya.webp)
Stórskjúttin William Skovsager saman við Heina Poulsen Hellisdal - danin tekur í øllum førum eitt ár afturat í grønum (Mynd: Kyndil)
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2025/06/27/gallery-thumbnail/1751064585xoymzyp3v9.webp)
Niklas Gaard hevði eitt framúr U21 HM. Høgi vongurin vendir nú aftur til Kyndil, har hann spældi síni fyrstu ungdómsár (Mynd: Sverri Egholm)
Menninir skulu royna at verja FM-heitið. Onkur er givin, ella á veg at gevast, og helst fara yngri spælarar at síggjast í uppaftur størri mun í ár. Ein av U21-hetjunum, Niklas Gaard, verður ein teirra. Høgri vongurin spældi síni fyrstu ár í Kyndli, men hevur síðani verið í Danmark og í Noreg - nú skal hann aftur skjóta mál fyri Kyndil.
Greitt er eisini, at donsku stórspælararnir, William Skovsager og Tobias Thisen halda fram. Tað sama ger landsmaður teirra, Simon Højmark Petersen, sum eisini ger stóran mun sum ungdómsvenjari.
Nýggjur venjari hjá kvinnum
Sophus Dal-Christiansen hevur takkað fyri seg, og sum skilst verður spennandi útlendskur venjari kunngjørdur til kvinnulið Kyndils skjótt.
Liðið endurvann steypakappingina og vann alt fram til FM-finalurnar, men talan gjørdist ikki um eina greipu afturat. Nakað av rumbli var kring liðið upp til og undir finalurøðina.
Nú eru Nadja Pejovic og Jovana Stranjanac, útlendsku profilarnir seinastu árini, farnar til EB.
Søgur ganga um, at Turið Arge Samuelsen og Bjarta Johansen møguliga eisini skulu víðari, men sum Portalurin skilur, so heldur í øllum førum Bjarta fram í barndómsfelagnum.
Sigurð Simonsen er nýggjur kropsligur venjari hjá monnum og eldru ungdómsliðunum. Linda av Fløtum heldur fram sum høvuðsungdómsvenjari hjá Kyndli (mynd ovast)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald