Fótbóltur

Heini Vatnsdal skiftir til B36

Eftir fýra og eitt hálvt ár í KÍ skal sterki verjuspælarin úr Vági nú styrkja verjupartin hjá B36. Heini hevur skrivað undir tvey-ára sáttmála.

Heini Vatnsdal fer nú í hvíta búnan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Heini Vatnsdal fer nú í hvíta búnan (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-26 17:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í dag skrivaði Norðlýsið, at Heini Vatnsdal fór at takka fyri seg í KÍ. Vágbingurin kom til felagið á sumri 2020 og hevur vunnið trý FM, umframt verið við at fingið KÍ í eitt evropeiskt bólkaspæl.

Nú gongur sáttmálin á, og B36 er næsta fetið hjá sterka og skjóta verjuspælaranum, sum eisini býr í høvuðsstaðnum.

Hetta hevur B36 kunngjørt fyri lítlari løtu síðani. Talan er um ein tvey-ára sáttmála millum partarnar.

Heini hevur sini spælt javnan á A-landsliðnum og annars umboðað FV Suðuroy (VB), HB og Fremad Amager.

B36 bjóðar nýggja spælaranum vælkomnan á hendan hátt: 

33 ára gamli miðverjin er okkara til og við 2026.

Flerifaldaði meistarin er klárur at fara í arbeiðshandskarnar í hvíta og svarta búnanum.

Heini Vatnsdal vann FM við HB í 2013, spældi síðani omanfyri 100 dystir við Fremad Amager í næstbestu deildini í Danmark áðrenn hann lyfti FM steypið fyri KÍ í 2021, 2022 og 2023.

Síðstu vikurnar hevur nýggi ítróttarstjórin, Tummas Erling Djurhuus arbeitt miðvist við at fáa hópin fyri 2025 uppá pláss.

- Í Heina Vatnsdal fáa vit ein sera sterkan og royndan miðverja, sum vit meta er ein fongur fyri B36, sum fer at styrkja væl um okkara besta manslið.
Eg haldi, at áskoðarnir skulu gleða seg at síggja Heina Vatnsdal leiða okkara verjuspæl í hvítu blusuni, sigur Tummas Erling Djurhuus í stuttari viðmerking.

Heini Vatnsdal hevur verið darvaður av drúgvum skaða í ár, og er kortsíðani komin aftur í gaggurnar.

Men við nærlagni og tolni er hann nú klárur at stríðast fyri B36 komandi tvey árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder