Annað

Heja Sverige

Sviar eru víðari til fjórðingsfinaluna eftir góðan og uppibornan 1-0 sigur á Sveis.

Emil Forsberg hevði seinasta svenska fótin á einasta málinum í dystinum
(Mynd: EPA)

Emil Forsberg hevði seinasta svenska fótin á einasta málinum í dystinum (Mynd: EPA)

2018-07-03 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Svøríki vann fyri løtu síðani tepran 1-0 sigur í Sankta Pæturborg á Sveis. Harvið er Svøríki ímillum átta tey bestu londini í heiminum fyri fyrstu ferð í 24 ár. Ein uppiborin sigur og ein stórur dagur fyri svenskan fótbólt.

Myndin í fyrra hálvleikur var sum væntað varð áðrenn: Sveis var meira á bóltinum og royndi at myndað dystin og finna loysnir. Svøríki stóð kompakt og rímiliga djúpt, og var vanadamikið uppá umstillingar. Sviar megnaðu eisini ígjøgnum dystin væl at halda bóltin uppi á sveisisku hálvuni, og koma til góðar støður. Í fyrra hálvleiki vóru nakrar vandastøður, har serliga Marcus Berg var nær við.

Sveis hevði trupult við at skapa upplagdar málmøguleikar. Tann besti kom eftir gott bandaspæl stutt fyri hálvleik. Men tað var Svøríki, ið fekk einsamalla málið í dystinum. Í 65.minutti fekk Svøríki flutti væl uppá bóltin tætt við sveisiska brotsteigin. Ola Toivonen spældi yvir til Emil Forsberg, ið fekk merkiliga nógv pláss mitt fyri. Av brotsteigarmarkinum skeyt RB Leipzig miðvallarin, bólturin kom í fótin á Manuel Akanji, og snýtti Yann Sommer í málinum hjá Sveis.

Nú skuldi Sveis niðurbróta gula og bláa múrin seinastu 25 minuttirnar. Hetta megnaði alupandið als ikki. Svøríki var, sum vant, ógvuliga vælskipað, gav lítið og einki vekk og  hevði fult tamarhald á støðuni. Mest vandamikla støðan kom stutt inn í yvirtíðini, tá innskifti Seferovic stútaði væl eftir gott innlegg frá Ricardo Rodriguez. Men Robin Olsen var tryggur í málinum.

Sveis satsaðu alt, og í seinasta minutti í yvirtíðini gjørdist innskifti Martin Olsson fríur ímóti málinum Micheal Lang gav honum eitt skump beint uttanfyri brotsspark, og so var beinleiðis reytt kort. Fyrst vrð dømt brotsspark, men eftir VAR varð nýtt, so varð dómurin broyttur til fríspark. Toivonen skeyt mitt á Yann Sommer, men tað gjørdi ongan mun, tí hetta var seinasta sparkið í dystinum. Seinasta bríks og stór frøi á svium.

Leygardagin skulu sviar spæla 1/4 finaluna ímóti Onglandi ella Kolumbia. Hesi liðini spæla klokkan 19.00 í kvøld  

Svøríki - Sveis 1-0(0-0)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder