Fótbóltur

Heldur einki Bylgju Cup í ár

Orsakað av koronustøðuni, og av tí at tað er innandura og at ynski vanliga er at fáa so nógvar leikarar sum gjørligt ymsastaðni frá í Føroyum, er avgerðin tikin.

2021-12-20 21:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanliga er stór innandurakapping fyri børn og vaksin í KÍ-høllini hvørt ár millum jól og nýggjár - vanliga 28. og 29. desember - sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, skipar fyri.

Soleiðis hevur verið hvørt ár síðani 2008 - tó var eitt undantak í fjør, orsakað av koronustøðuni.

Í ár verður enn eitt slíkt undantak.

- Talan er um stóra kapping, sum er innandura, og har vit ynskja at fáa so nógvar leikarar sum møguligt úr øllum Føroyum við til eina góða uppliving. Men í hesum døgum er tað beint ímóti tí, sum myndugleikarnir mala til og tí síggja vit ikki annan møguleika enn at avlýsa. Vónandi síggjast vit um eitt ár.

Hesum boðaði Bláa Bylgju frá í ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder