Annað

Heldur eingir áskoðarar á Parolympisku Leikunum

Tokyo hevur verið í undantaksstøðu síðan 12. juli, og tí verða Parolympisku Leikirnir, eins og Olympisku Leikirnir, uttan áskoðarar.

Hávard Vatnhamar er einasti føroyingur, sum luttekur í Parolympisku Leikunum í ár (Savnsmynd)

Hávard Vatnhamar er einasti føroyingur, sum luttekur í Parolympisku Leikunum í ár (Savnsmynd)

2021-08-16 15:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eins og á Olympisku Leikunum, verða heldur eingir áskoðarar á Parolympisku Leikinum í Tokyo, boða fyriskiparar frá í dag.

Vertslandið, Japan stríðist í løtuni við einum vaksandi tali av koronasmittutilburðum í fleiri landslutum, og Tokyo hevur verið í undantaksstøðu síðan 12. juli, og tað er orsøkin til, at áskoðarar heldur ikki sleppa til Parolympisku Leikirnar, skrivar Ritzau.

Parolympisku Leikirnir fara av bakkastokki 24. august, og teir enda 5. september.

Hávard Vatnhamar, einasti føroyingur, ið luttekur í Parolympisku Leikunum í ár, skal bera Merkið inn á Olympiska leikvøllin í Tokyo.

Hávard skal kappast í maratonkappingini, sum verður seinasta kappingardagin á leikunum, sunnudagin 5. september.

Við í ferðalagnum til Tokyo eru fýra fólk. Umframt Hávard eru ferðaleiðari, venjari og fysioterapeutur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder